Støddfrøði á føroyskum
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 3, september 2014
Í januar kannaði eg føroyskt lærutilfar í føroysku miðnámsskúlunum skúlaárið 2012-13. Eg las pensumlistar, sum lærarar sendu Mentamálaráðnum í 2013. Kanningin vísti, at bert 20 % av frálærutilfarinum á miðnámsskúlunum var á føroyskum.
Í støddfrøði var støðan henda:
á C-stigi vóru 37 % av tilfarinum á føroyskum,
á A- og B-stigi vóru 0,5 % av tilfarinum á føroyskum.
Støddfrøði á C-stigi
Vit kunnu spyrja, hví ikki meiri føroyskt er á C-stigi. Helst eru fleiri orsøkir. Tann størsta man vera vantandi tilfar, tó at tilfar er til. Í 1990 kom bókin “Støddfrøði til HF-felagslærugrein,” eftir Pól Jespersen. Áðrenn bókin kom, var lítið og einki støddfrøðitilfar til miðnám – bert slíkt óprentað, sum lærarar nýttu hvør í sínum lagi. Pól skrivar soleiðis í formælinum til bókina um, hví hon bleiv til:
“Í formæli til Alisfrøði, sum H.D. Joensen gav út í 1969, sigur hesin djarvi undangongumaður seg longu heilt frá skúlaárum at hava havt meira enn ein varhuga av, at henda lærugrein, sum honum dámdi so væl, og sum hann fullvæl skilti var fyritreytin fyri øllum framburði, var vísindagreinin, sum alt tøkni hongur uppií, helst fór at verða ein tann størsti vandin fyri móðurmálið.
Undirritaði hevur mangan sannað hesi orð, bæði sum næmingur og seinni sum lærari í støddfrøði og alisfrøði. Sterkast man henda kenslan hava verið, tá ið eg sum próvdómari havi sitið kring landið í próvtøkutíðini og hoyrt næmingar í hesum báðum lærugreinum bera fram hetta løgna ryggbrotna málið, sum ikki er nakað mál, og ið hvussu so er ikki er næminganna egna mál.
Málmenning tekur tíð, og skulu vit gera okkum vónir um at menna málið í hesum lærugreinum, er fyrsta stigið yvirhøvur at veita føroyskum innivist í lærubókunum. At nýta føroysk dømi og eitt nøkulunda liðiligt føroyskt mál, sum næmingarnir vilja kennast við, um enn tað so ikki er fullment, har sum vit annars hava nýtt fremmand dømi og fremmant mál.”
Bókin hjá Póli er ætlað næmingum á C-stigi. Hyggja vit í verkið, so er málið ómetaliga gott. Einki uppgjørt ella tilgjørt, setningarnir sita væl. Bókin ger støddfrøðina til tað, sum støddfrøðin eigur at vera – eitt amboð í gerandisdegnum. Námsfrøðiliga er bókin ómetaliga góð, framsetingin og dømini passa væl til støðið. Samstundis er hon akademisk.
Ein onnur góð bók er handbókin hjá Mortani Dalsgarð og Edvardi Olsen. Hendan bókin verður eisini brúkt á C-stigi á miðnámi. Hon er væl skrivað og er námsfrøðiliga góð.
Í støddfrøði á C-stigi er kunngerðin á føroyskum. Tá ið næmingur fer til roynd, eru uppgávurnar eisini á føroyskum, men frálærutilfarið, sum hann brúkar alt árið, er tíðum danskt. Vit plaga at siga, at próvtøkan skal endurspegla dagligu frálæruna, men so var ikki í støddfrøði C skúlaárið 2012-13. Tveir triðingar av næmingunum fingu frálæru við donskum tilfari. Til próvtøkuna fingu hesir mongu næmingar tískil ikki somu møguleikar sum teir, ið brúktu føroyskt tilfar.
Støddfrøði á A- og B-stigi
Næmingar, ið tóku støddfrøði á A- og B-stigi í miðnámi í 2012-13, brúktu danskt frálærutilfar burturav, 99,5 %. Tað kemst allarmest av, at einki føroyskt tilfar er. Vit kunnu argandi siga, at á A- og B-stigi speglar frálæran próvtøkurnar, tí tær eru eisini á donskum.
Í 2013 kom nýggja breytaskipanin. Samstundis fingu vit nýggjar kunngerðir fyri støddfrøði A og B. Hetta var stórt framstig, og nú skuldi ein hildið, at Mentamálaráðið fór undir at gera uppgávur á føroyskum, men so tykist ikki at vera. Støddfrøðilærarar siga, at Mentamálaráðið hevur ikki pening til føroyskt, og tískil er heldur einki toymi at gera uppgávurnar. Var tað, so kundi toymið so við og við fingið móðurmálið inn í lærugreinina og eggjað høvundum til at gera føroyskt tilfar.
Við ikki at raðfesta føroyskt, menna vit heldur ikki støddfrøði sum lærugrein, hvørki fakliga ella málsliga. Vit velja heldur at lata danir gera danskar uppgávur fyri okkum. Tað kann ikki vera rætt.
Summi føra fram sum próvgrund, at føroyskir næmingar eru so kringir í donskum, at tað ger ikki mun. Men munnu næmingarnir skilja so væl danskt, tá ið ræður um fakheiti og annað í samband við støddfrøði? Eg ivist. Vit mugu minnast til, at teir hava brúkt føroyskt tilfar allan fólkaskúlan, tí í fólkaskúlanum raðfestir myndugleikin støddfrøði frammarlaga. Føroyskt tilfar er tøkt frá 1. til 9. flokk. Á fólkaskúlastigi verður støddfrøðimál dyrkað. Til dømis er ein støddfrøði-handbók, sum eisini kann brúkast á miðnámi.
Bert 37 % av næmingunum, ið komu á miðnám í 2012, brúktu føroyskt tilfar, og í støddfrøði á B- og A-stigi er málið púra danskt. Hevur myndugleikin hugsað um, at danskt nú er vallærugrein, sum bert lítil partur av føroysku miðnámsskúlanæmingunum velur? Neyvan. Tí kunnu vit komandi árini vænta, at førleikin hjá næmingum at skilja danskt fer at minka. Samstundis verður verri og verri hjá lærarum í støddfrøði at brúka danskt tilfar á miðnámi.
Tilmæli
Á føroysku miðnámsskúlunum gingu sambært heimasíðuni hjá Studna 2.388 næmingar í 2012/13. Flestu teirra skulu hava støddfrøði. Sostatt er stórur marknaður fyri skúlabókum.
Tað eru fleiri møguleikar at gera støddfrøðitilfar á føroyskum. Ein er, at myndugleikin játtar pening, so fólk sleppa at gera lærubøkur. Ein annar er, at Nám heitir á onkran at týða eina bók til føroyskt.
Vil myndugleikin ikki raðfesta móðurmálið í støddfrøði á miðnámsstigi, so kunnu støddfrøðilærarar taka seg saman í toymi og gera tilfar. Talið á støddfrøðilærarum í føroyskum miðmámsskúlum er sambært heimasíðum umleið 35. Í bókini hjá Póli Jespersen eru umleið 400 roknistykki, so um hvør lærari ger um 10 stykkir, er komið á mál.
Best man tó vera, at ein blaðstjórn ger arbeiðið. Eitt umboð fyri hvønn skúla kann sita í slíkari stjórn. Tá fær hvør skúli eigaraskap í bókini, og tað skuldi verið lætt at fingið næmingar at keypt bøkurnar. Tað kundu verið bæði S-bøkur og pappírsbøkur. Stóri vansin við slíkum er, at tær verða kopieraðar. Um ritstjórnin t.d. gjørdi broytingar annað hvørt ár, so er aftur ein nýggjur skari av keyparum.
Støddfrøðin og framtíðin
Pól Jespersen royndi í 1990 at dyrka eitt mállendi við at geva út eina bók í støddfrøði. Í bókini “Støddfrøði til HF-felagslærugrein” vísir hann, at tað ber til at brúka føroyskt á hesum týðandi øki. Nú í eina tíð hevur tað ligið í órøkt á miðnámsstigi. Skal tað eydnast at varðveita og menna málið í støddfrøði, mugu støddfrøðilærarar brúka málið í frálæruni. Tað er spell, um vit ikki unna okkara unga ættarliði lærubøkur í einari av týdningarmestu lærugreinunum í miðnámsskúlunum.