Meting í undirvísing og læring
Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 3, september 2014
At meta um lærdómin er drívmegin í læringini. Tað er umráðandi at fáa næmingin við í hesa meting, soleiðis at hann lærir egin-meting og næmingameting. Um hetta og annað samstarv millum lærara og næming skal eydnast, er neyðugt, at báðir partar arbeiða fram ímóti felags málum. Tí eigur lærarin longu í byrjanini í eini undirvísingargongd at gera avtalu við næmingarnar um, hvørji málini eru. Felags mál eru treyt fyri, at lærarin kann virka sum leiðari í flokkinum. Námsfrøðiliga leiðsla skúlans kemur eisini inn í myndina fyri at samskipa felags undirvísingarmál í samsvari við endamál skúlans.
Vit eiga at skilja ímillum formativa (mennandi) meting (at betra) og summativa (dømandi) meting (at gera av). Hugtøkini diagnostisk meting og varandi meting eru eisini strategiir fyri at læra. Spurningurin er eisini, hvør skal meta og nær. Tí hava vit hugtøkini:
- egin-meting, har næmingurin lærir at meta um seg sjálvan,
- næmingameting, har næmingar meta aðrar næmingar,
- kontinuerliga meting, sum fer fram alt árið, og
- endaliga meting ella eftirmeting, sum kann vera ein próvtøka.
Summativ meting
Týdningurin av summativari meting er at taka samanum, gera av ella døma um, hvat næmingurin hevur lært, ofta sum eitt tal ella bókstavur og onkuntíð sum staðið ella ikki staðið. Hetta verður gjørt til uttanhýsis nýtslu (váttan ella prógv), og eigur tí at verða gjørt sum ein vísindalig kanning. Fyri at vera ein vísindalig kanning skal metingin lúka nøkur krøv:
- hon skal vera viðkomandi
- hon skal vera álítandi
- hon skal vera praktisk
- hon skal vera rímilig
At hon skal vera viðkomandi ber í sær, at hon skal kanna tað, sum hon er ætlað at testa, og at hon í odd og egg skal máta førleikamálini, sum eru lýst í námsætlan. Í veruleikanum kemur ofta fyri, at metingar eru óviðkomandi. At metingin er álítandi merkir, at hon er konsistent, soleiðis at skilja, at spurningurin ella próvtøkan verður dømd eins hvørja ferð. Álítandi døming er torfør at lúka í verki. Av tí at orðini viðkomandi og álítandi eru eitt sindur gerandislig, skulu vit lýsa við einum dømi, hvat tey merkja í hesum sambandi: Um vit hava eina linjál, har hvør sentimetur er 9 millimetrar, mugu vit staðfesta, at linjálin er ikki viðkomandi (hon er ikki valid), tí hon vísir skeivt; hinvegin er hon álítandi (reliable), tí hon gevur sama úrslit hvørja ferð.
At ein meting skal vera praktisk merkir, at hon skal ikki vera dýr, ikki tíðarkrevjandi, og hon skal vera løtt at brúka; neyðloysnir á hesum øki kunnu tó gera, at metingin verður minni viðkomandi.
At metingin skal vera rímilig merkir, at hon endurspeglar tað, sum er lýst í førleikamálunum, og at næmingarnir vita til fulnar, hvussu avrikini verða dømd. Teir eiga í góðari tíð at vera vitandi um metingartreytirnar fyri at skilja metingina. Í hesum sambandi er vert at nevna, at í næsta blað verður grein um, hvussu Føroya Handilsskúli í mong ár hevur arbeitt við at fáa størri opinleika um, hvussu ársmet verða givin.
Eftirmeting er her mest at skilja sum summativ meting (at døma ella gera av). Tó kann ein farri av formativari og diagnostiskari meting vera við í ávegis meting, sum til dømis kann vera ein terminsroynd.
Ávegis eftirmeting kann vera ein próvtøkulíknandi roynd, har roynt verður at døma um, hvat næmingurin hevur fingið burturúr higartil. Hetta endamál er summativt. Ein slík roynd kann eisini hava eitt diagnostiskt endamál, soleiðis at skilja, at lærarin kann brúka hesa roynd til at taka avgerðir um undirvísingina. Endamálið kann eisini vera formativt, har næmingurin fær afturmeldingar, sum føra til, at hann lærir av hesum.
Formativ meting
Týdningurin av formativari meting er at bøta um læring og skapa nýggjan lærdóm. Formativ meting hevur ikki eina greiða alment góðkenda definitión, men ein definitión er: meting, ið hevur sum mál at geva afturmelding um avrik fyri at bøta um og fremja lærdóm. Formativ meting hevur hesar meginreglur:
- at fáa greiðu á, hvat gott avrik er
- at fremja egin-meting
- at geva dygdargóða afturmelding
- at seta gongd á dialog millum lærara og næmingar og ímillum næmingar
- at stimbra positiva motivatión og sjálvsvirðing
- at bjóða møguleikar at minka um munin millum verandi avrik og ynskt avrik
- at lærarin fær vitan, sum kann brúkast sum hjálp at forma undirvísing, men hetta svarar til diagnostiska meting.
Fleiri serfrøðingar vísa á, at formativ meting við afturmelding er helst tað mest týðandi og gevandi, sum lærari kann gera fyri næmingarnar. Men av nógvum orsøkum verður hesin møguleiki ikki gagnnýttur til fulnar. Nakrar av hesum osøkum eru:
- for nógv fokus á karakterir
- for nógvir næmingar í flokkinum
- modularisering av útbúgvingum
- gomul siðvenja í undirvísing
Nógvir lærarar gera sær stóran ómak at geva positiva og uppbyggjandi afturmelding til næmingar, men teir uppliva ofta, at hetta er burturspilt arbeiði, tí næmingar eru sjáldan serliga áhugaðir í hesum viðmerkingum; teir eru meira karakter-fokuseraðir og leggja minni í viðmerkingar. Tá ið karakterur fyrst er givin fyri avrik, er hugurin at reflektera um avrikið ikki tann stóri. Tí eru hyggjuráðini at gevast við at geva karakter, meðan næmingurin er í gongd við at læra, tí tá flyta vit fokus frá at døma til at læra.
At nógvir næmingar kunnu vera í flokkunum, er eisini ein búskaparligur spurningur, sum vit ikki fáa gjørt so nógv við. Ein leið kundi verið at havt stór hold til fyrilestrar og smáar klassar til venjingar, soleiðis sum gjørt verður í hægri skúlum. Men hetta krevur broytingar í hugburði um undirvísing og læring á miðnámi.
Í øðrum londum gremja tey seg um, at útbúgvingarnar verða meira og meira modulariseraðar, soleiðis at næmingar skulu til próvtøku í heilum. Teir taka fáar lærugreinir hvørja ferð sum modul í nakrar vikur, og so fáa teir nýggjar lærugreinir, so hvørt sum modulið er lokið. Hetta er ein stór forðing fyri formativari meting. Men í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at gymnasiali reformurin leggur upp til langar undirvísingargongdir í teimum fakum, sum næmingurin skal hava á B- ella A-stigi. Um næmingur velur lærugrein á A-stigi, skal hann ikki til próvtøku fyrr enn eftir trimum árum. Vilja vit gagnnýta henda møguleika, lærir næmingurin meira. Royndir frá 3-ára HH, sum var, áðrenn búskaparbreytin kom, vísa, at úrslitini til dømis í støddfrøði B vóru nógv betri, tá ið næmingarnir fingu savnað seg um fakið í tvey ár, áðrenn teir skuldu til próvtøku.
Diagnostisk meting
Sum leiðari hevur lærarin ofta brúk fyri at seta diagnosu fyri at velja leiðslustíl. Í undirvísing kann hetta vera ein meting av, hvat næmingurin hevur lært, men diagnosan kann eisini fevna um ymiskleikar við næminginum (til dømis hugburð til tað at læra og intellektuella menning). Diagnostisk meting verður brúkt tíðliga í eini læritilgongd, men verður eisini brúkt framhaldandi í skúlaárinum.
Varandi meting
Varandi meting er meira ein hugsjón enn ein metingarháttur. Meðan summativ meting kannar, hvat var lært, og formativ meting er hjálp til at læra nú, so fyrireikar varandi meting næmingin til at læra í framtíðini. Hugtakið lívlong læring er ofta at hoyra, og tað ber boð um, at stórur tørvur er á at læra, eftir at formligur skúlalærdómur er lokin. Men tíverri er hugtakið so nógv misnýtt, at tað hevur mist ta upprunaligu meiningina. Lívlong læring er treytað av, at beinleiðis motivatiónin er so sterk, at djúp, skapandi læring stendur við, og næmingurin er mótstøðuførur ímóti stuttskygdum vinningi av grunnum lærdómi.
Samanumtikið
Formativ meting í praksis (ikki í teoriini) leggur ov stóran dent á stuttskygd mál, og er fongd við summativum hugsanarhátti. Fyri at geva eitt íkast til lívlanga læring, so skuldi formativ meting havt sum mál:
- at næmingurin verður beinleiðis motiveraður,
- at hann nemur sær lærdóm á ein kritiskan og sjálvstøðugan hátt (sum tó krevur høgt intellektuelt stig),
- at hann mennir førleikan í egin-meting,
- at læringin verður sett í samband við lívið uttan fyri skúlan og við aðrar lærugreinir,
- at meiri fokus verður á at arbeiða og luttaka enn bara at ogna sær vitan – fyri at byggja brúgv millum skúlalærdóm og lærdóm uttan fyri skúlan.