Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Føroyskt sum fremmandamál

Eftir Bergljót av Skarði í miðnámsrit 16, apríl 2018

Føroyskt sum fremmandamál ella annað mál er ikki til sum fak, formelt sæð. Hóast ein námsætlan er á namsaetlanir.net, hevur MMR ikki autoriserað ella lýst hana ella sent boð út um landið, at tað er soleiðis, vit gera hereftir. Kvøldskúlarnir um landið hava ikki samstarv um tilfar, krøv ella royndir. Ei heldur eru krøv til útlendingar, sum koma til landið, at teir skulu læra seg føroyskt ella taka í minsta lagi so og so nógvar tímar í føroyskum. Tað hevur við sær, at tann skeiðsváttan, sum næmingarnir á kvøldskúlanum hava fingið, er ikki “autoriserað” og tí kanska ikki so brúkilig, sum hon annars kundi verið. Lærarar, sum eru serkønir í føroyskum sum fremmandamáli, eru heldur ikki til enn.

Í Føroyum er talið av tilflytarum vaksið sera nógv tey seinastu árini. Serliga konufólk og serliga úr Asia, men nógvar eru eisini úr Afrika. Summar av kvinnunum hava børn við sær, og summar hava børn eftir í heimlandinum.

Tey hava sjálvandi øll sera ymiska skúlabakgrund, og tað er sera ymiskt, hvussu væl tey duga enskt, um tú nú ætlar at nýta enskt sum hjálparmál. Tað kunnu vera skúlaviðurskifti í teirra heimlandi, sum gera seg galdandi, men tað kann eisini vera tann sosiala rekrutteringin, sum er í tí landinum, also hvør tað er, sum flytur burtur. Altíð tosa vit ummotivatióní skúlahøpi, og eg hugsi mær, at arbeiðsstøða/útbúgvingarstøða og sosial støða hava stóran týdning fyri motivatión. Um tú nú ikki ætlar tær at arbeiða úti, men heima, og hevur vinkonur og familju, sum duga títt mál, og sum kanska eisini eru heima hjá børnum um dagin, so er motivatiónin kanska ikki so sterk. Mín fatan er, at t.d. tailendskar kvinnur hava sterkt tailendskt bakland í Føroyum, tí tær eru so nógvar, og hava veikan førleika í enskum, meðan filipinskar kvinnur hava betri førleika í enskum, og harvið motivatión. Teir næmingar, sum hava annað alfabet enn okkara, hava eina eyka avbjóðing. Nógvar tailendskar vóru á byrjanarskeiði, men eingin tailendsk var á framhaldsskeiði, og tað kundi bent á, at avbjóðingin var ov stór.

Tann sosiala støðan skal sjálvandi ikki undirmetast. Konur, sum hava smá børn og kanska sjómann til mann, hava truplari við at vera við í øllum møguligum integratiónstiltøkum.

Nógvar av kvinnunum vilja læra føroyskt fyri at fáa gott arbeiði. Nógvar hava longu útbúgving heiman og vilja hava ta útbúgvingina góðkenda í Føroyum og dagførda við føroyskum málkunnleika. Nakrar eru so mikið ungar, at tær fegin vilja í skúla, framhalds­deild ella miðnámsskúla, men tær eru ikki nógvar.

Føroyskt fyri útlendingar hevur verið á skrá hjá kvøldskúlanum í Havn í nógv ár, eitt skeið fyri skandinavar og eitt annað fyri ikki-skandinavar. Men tey skeiðini hava verið rættiliga stutt – 20 tímar, við møguleika at leingja við 20 tímum afturat.

Tórshavnar kvøldskúli fór í 2014 í samstarvi við Mentamálaráðið undir eitt longri málskeið fyri útlendingar. Síðani hevur byrjanarskeið verið fýra ferðir, og framhaldsskeið tvær ferðir. Talan hevur verið um longri skeið, tað fyrsta var 400 tímar, seinni hevur verið roynt við eitt sindur færri tímum. Skúlagongdin var um dagin, so tað var lagt upp til, at næmingar skuldu taka skúlagongdina í álvara. Sjálvandi arbeiddu nógv við síðuna av, men tað er øðrvísi at arbeiða við síðuna av enn at ganga í skúla við síðuna av. Um ein hyggur at krøvunum til útlendingar í Íslandi og Danmark, sær ein, at 400 tímar er sera nógv.

Byrjanarskeiðið bar heitið “skeið í føroyskum máli og føroyskari mentan” og varð býtt sundur í floksundirvísing, myndaframløgur frá lærara og útferðir. Undirvísingin var ókeypis, hon er enn ókeypis, men nú verður eitt depositum kravt, sum trygd fyri, at næmingur røkir sína skúlagongd og fullførir skeiðið.

Undirvísingin

Undirvísingin á byrjanarskeiðinum fór fram á føroyskum og enskum, í fyrstani mestsum bara á enskum, men eg royndi at nýta minni og minni av enskum, sum tíðin gekk. Ta fyrstu tíðina var eg so heppin at hava ein hjálparlærara, og tað gjørdi tað møguligt at differentiera undirvísingina nakað. Differentiering kundi eisini verið gjørd við bólkum við sama móðurmáli, kanska við tolki, men tað ber eisini til at brúka næmingar sum tolk í summum førum, fínt hevði verið at havt eina tailendska/filipinska, sum dugir føroyskt, sum hjálparlærara. Eitt annað prinsipp kundi verið bara at brúkt føroyskt, ikki enskt.  Floksundirvísingin var sera traditionell: tekstir, mállæra, upplestur (úttala), umseting (til enskt), spurningar til tekstin, mállæruvenjingar og so framvegis. Tað krevst nokkso nógv av slíkum tekstum: øðrumegin mugu orðatilfar og setningsbygnaður vera sera einføld, og hinumegin skulu tekstirnir vera viðkomandi fyri vaksin. Eg skrivaði sjálv nakrar stuttar tekstir um gerandislív, og tá ið vit vóru komin ígjøgnum teir, lósu vit “Páll fanga” eftir Oddvør Johansen, sum er ein krabbabók. Krabbabøkur eru málsliga viðgjørdar til at hóska til børn á ymsum lesiførleikastigi. Myndir vóru ein stórur partur av tilfarinum, tað vóru foto­myndir úr gerandislívi í Føroyum, onkur kallaði tær peikimyndir, og tað er nokk tað, tær eru.

Spæl

Ta fyrstu tíðina varð nógv gjørt burturúr at læra orð, ikki setningar ella bendingar, men orð. Til tað arbeiðið var sera hent at hava ymisk spøl, eitt nú Memory, har tú skalt para orð og mynd.

Mynd 1: Spæl

Tað føroyska Scrabble-spælið er eisini gott at brúka, men er ikki so hóskandi til ta allar­fyrstu læringina. Sjálvandi brúktu vit bingonógv til at læra tølini. Ein annar orðleikur var, at tú fekst sjálvan lutin í hondina og skuldi nevna hann, ella peikað varð á lutir og innbúgv, sum skuldu nevnast. Eg tók ting við í skúla: ein svávulpinn, eina sápu, ein saks, eina tannbust og annað, alt fyri at variera, og vit spældu handil. Ein annar máti at læra, kanska serliga sagnorð er at “skapa sær”, gálva, filma, smíla, blunda, snýsa og so framvegis. Vit sungu rættiliga nógv í tímunum eisini, haldi, at tað hjálpir nokkso væl upp á framburð og rútmu, nú havi eg als ikki nevnt nakað av tøkniligum hjálpartólum, men youtube er hent at lurta eftir songum. Eg eri rættiliga “old school”, men brúki sjálvandi internetið til at sláa upp í.

Til at læra mállæru nýttu vit “Stutt mállæra” eftir Onnu Mariu Reinert Jensen og Harry Davidsen og innsetingarstykki til at trena mállæru hvønn dag.

Mentan

Til at fremja “mentanarpartin” gjørdi eg nakrar PP-framløgur um føroysk fyribrigdi, sam­felag og mentan, t.d. um stýrisskipan og valrætt, um seyð og ull, um list og annað. Vit høvdu eisini vitjan í flokkinum, bæði frá Kvinnuhúsinum og frá Gigni, sum er barnaheilsu­tænastan, tað eru stovnar, sum veita ráðgeving. Kvinnukor og barnakor eru sera ymisk í ymiskum mentanum, so har er umráðandi at veita upplýsing, eitt umboð fyri ALS, sum er arbeiðsloysisskipanin, var eisini í flokkinum og greiddi frá.

Og so vóru tað útferðirnar. Aðru hvørja viku fóru vit úr skúlastovuni og vitjaðu ymiskar stovnar og arbeiðspláss. Ein útferð varð gjørd úr Havnini á onkrum byrjanarskeiði, eina ferð í Sandoynna og eina ferð til Nólsoyar. Vit vitjaðu stovnar sum Listaskálan, Norður­landa­húsið og Landsbókasavnið, í summum førum vóru tekstir og/ella uppgávur knýtt at námsferðini.

Skeiðið endaði við roynd, sum var bæði munnlig og skrivlig. Men tað var ein innanhýsis roynd við ongum próvdómara, og tað bar ikki til at dumpa. Uppgávurnar speglaðu undirvísingina. Tá ið skeiðið var liðugt, var eitt lítið hátíðarhald á skúlanum, og tey fingu eina váttan. Til hátíðarhaldið høvdu tey vant sangir og røður, og annar flokkurin spældi Kongsdóttrina úr Nólsoy, sum er ein sera kend føroysk søgn. Tað var øgiliga stuttligt, kongurin og dóttirin vóru afrikansk og nólsoyingurin var úr Colombia.

Mynd 2: Kongsdóttirin í Nólsoy

Framhaldsflokkur

Í flokkinum á vári 2016, sum var ein framhaldsflokkur, vóru fólk úr: Filipsoyggjum, Ghana, Kenya, Onglandi, Brasilia, Singapore, USA, Indonesia, Serbia, Noregi (framhaldsskeiðið gjørdi ikki mun á skandinavum og øðrum útlendingum). Tey flestu høvdu verið á byrjanarskeiðinum, og fleiri høvdu búð og arbeitt í Føroyum í langa tíð.

Undirvísingin var rættiliga lík undirvísingini í byrjanarflokkinum. Størsti munurin var, at framhaldsflokkurin skrivaði meira. Hvørja viku skuldu tey skriva okkurt. Vit skrivaðu fyrisøgn, og nógv teirra hildu, at tað var sera góð venjing, og sóu sjálv stóra framgongd. Og tey skrivaðu stuttar hugleiðingar um tekstirnar, sum vit lósu, ella skrivaðu ein nýggjan enda í eini søgu. Og myndir vórðu nýttar sum íblástur til stuttar skriviuppgávur.

Framhaldsflokkurin brúkti eisini orðaspøl, og summir av næmingunum høvdu nyttu av at spæla Scrabble á føroyskum. Annar munur var, at allir tekstir, sum vit lósu, vóru autentiskir tekstir, ikki “heimagjørdir” til skúlabrúks.

Vit høvdu nakrar greinir, nakrar stuttar søgur, sangir og sagnir. Eg hevði skrivað enskar orðafrágreiðingar til tekstirnar. Á framhaldsskeiðinum var bara føroyskt nýtt sum undirvísingarmál, tað vísti seg at vera trupult hjá nógvum at fáa alt við, tað skuldi tosast sera seint, og ofta noyddist onkur at leggja uppí á enskum at hjálpa til. Afturat teimum stuttu tekstunum lósu vit ungdómsbókina “Skriva í sandin” eftir Marjuna Kjelnæs. Onkur í flokkinum helt, at bókin var ov “barnslig”, men fleiri elskaðu hana.

Tann munnligi parturin var mest prát um tekstirnar. Vit trenaðu at gera stuttar setningar, tveir samanhangandi setningar og so framvegis. Tey høvdu munnliga framløgu um okkurt evni, sum tey sjálv valdu og fyrireikaðu. Nógv valdu at fortelja um sítt land og sína bakgrund.

Endi

Allir flokkar hava verið sera óhomogenir, onkur næmingur hevur verið í Føroyum tríggjar vikur, onkur annar í 13 ár. Onkur dugir næstan ikki enskt, onkur hevur enskt sum móðurmál. Onkur hevur gingið í skúla heima í templinum, til tey vóru 12, onkur hevur universitetsútbúgving. Hesin munur ger avbjóðingina enn størri hjá læraranum, og tað hendir meira enn so, at fólk gevast, tí at tað er ov torført, og tað er eisini komið fyri, at fólk eru givin, tí at skeiðið var ov lætt.

Saknur er í samstarvi á hesum øki, millum MMR, kommunur, skúlar og onnur, eitt nú arbeiðspláss. Vit hava ikki – sum í Íslandi – eitt útlendingahús, sum arbeiðir fyri integratión, politikkurin í Føroyum er als ikki komin hagar. Fyritøkan hjá Poul Michelsen hevur havt skeið í føroyskum fyri útlendsk arbeiðsfólk, mær vitandi hava onnur arbeiðs­pláss ikki slíka tænastu. Fyritøkur, sum hava brúk fyri hesum arbeiðsfólkum, skuldu latið nakrar tímar í føroyskum við løn.

Vit hava útlendingastovuna, sum í stóran mun er eitt ekspeditiónskontór fyri danska uttanríkisráðið.

Krøv og ásetingar um tímatal, royndir og progressión eiga at verða orðað og sett í verk, og skikkaðir lærarar eiga at verða útbúnir.

Tilfar

Paulivar Andreasen og Árni Dahl: Mállæra, 1997.

Jeffrei Henriksen: Kursus i færøsk, 1983.

Anna Maria Reinert Jensen og Harry Davidsen: Stutt mállæra, 2005.

Hjalmar P. Petersen et al.: Faroese. A Language course for beginners, tekstabók, mállærubók og fløga, 2014.

Hjalmar P. Petersen: Faroese Online, 2016

Bergljót av Skarði: Vælkomin, Ungu Føroyar, 2016.

Bergljót av Skarði: Viti, Ungu Føroyar, 2017.

Aðrar greinar í miðnámsrit 16