Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Fronsk-føroysk orðabók - gjørd við næmingunum í huga

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 16, apríl 2018

Róland í Skorini, sum í mong ár hevur undirvíst í fronskum, læt fríggjadagin 2. mars 2018 franska-føroyska orðabók úr hondum. Hann hevur lagt seg eftir at brúka vanligastu orðini í fronskum. Í orðabókini eru 10.000 orð. Hetta er ríkiligt til miðnám, men orðabókin skal verða størri, og hon er framvegis í gerð. Sprotin gevur hana út sum netorðabók, og bókin er ein fongur.

Íblásturin til bókina

Fyrsti íblásturin hjá Rólandi til orðabókagerð mundi koma í fólkaskúlanum, í millum­skúlanum og realskúlanum, tá ið hann hevði lærarar, ið høvdu ómetaligan áhuga fyri máli. Til dømis Jógvan við Ánna, sum skrivaði orðabøkurnar Føroysk málspilla og málrøkt. Hann skipaði fyri kappingum millum teir 12-13 ára gomlu næmingarnar. Ein av kappingunum um Halgubókar-mál, og tað var at finna orð, orðingar ella setningar, ið stavaðu úr Bíbliuni. Hetta var bæði stór og spennandi kapping. Næmingar­nir fóru út á Landsbókasavnið at leita og luttóku í teirri kappingini, og gav hann eisini heiðursløn afturfyri. Jógvan hevði fingið íblástur frá danska háskúlanum. Hann legði stóran dent á sang, og byrjaði hvønn tíma við at syngja ein ella tveir sangir. Róland hevði hann í føroyskum, donskum, søgu, kristni og sangi eitt árið. Hann lærdi flokkin hugin og eygað fyri, hvussu fjølbroytt málið er.

Tá ið Róland kom á Føroya Studentaskúla, fekk hann ein sera góðan lærara í fronskum, sum æt Povl Skårup. Hann gav altíð næmingunum eyka undirvísing í málfrøði. So hugurin hjá Rólandi fór tann vegin orsakað av lærarum.

Seinni var tað táverandi starvsfelagin á Føroya Studentaskúla, Jonhard Mikklesen, ið kom inn í myndina. Jonhard orðaði við Róland, at hann átti at farið undir at gera eina franska-føroyska orðabók. Jonhardi so líkt við sínum treiskni segði hvørja ferð, teir møttust, at “Tann næsta orðabókin skal verða tann franska.” Tað byrjaði so smátt fyri fleiri árum síðan, og fyri hvørja ferð, teir møttust, mátti Róland siga við hann, at hann hevði skrivað nøkur fá orð afturat, og at hann kanska fór at halda á. Jonhard segði so, at vit skulu gera okkara egnu fronsku-føroysku orðabók, og hon skal vera til okkara brúk í Føroyum. Tá fór Róland at hugsa “okkara egnu”. Hetta gav honum tað natúrliga hugskotið, at hann mátti hava næmingarnar í huga, tá ið hann arbeiddi. Teir máttu sleppa at royna seg, og tá vaknaði ansurin fyri at gera eina orðabók, sum næmingarnir kundu fáa brúk fyri og læra av. Tá broyttist orðabókin eitt sindur, og steðgaði eina løtu upp, tí at snið og leistur vóru farin av lagi, av tí hann hevði brúkt ov nógvar danskar fyrimyndir. Hann legði á annan bógv og fór heldur at brúka franskar fyrimyndir, tí at teir hava nógvar fjølbroyttar orða­bøkur. Fronsku orðabøkurnar eru gjørdar til ávísar málbólkar. Franska málið hevur rættiliga nógv orð, so hann mátti velja ein leist. Í fyrsta lagi ætlaði hann bara at gera ein orðalista, men sá, at tað fanst ein orðabók við 2.500 orðum, sum vóru tey mest kurantu, ið merkir tey oftast brúktu orðini í gerandismálinum. Fransmenn hava roknað út, at við 2.500 orðum, sum eru mest kurant og vanlig, kanst tú klára teg bæði á skrift og í talu. Tá broyttist alt arbeiðið við orðabókini, og ístaðin fyri at at byrja frá A til Z, fór hann at gera orðabókina við 2.500 orðum, vitandi, at lærdu næmingarnir hesi orðini, so megnaðu teir at tosa í Frankaríki. Eitt vanligt fólk í Føroyum, eins og í Frankaríki, brúkar eini 800 ymisk orð hvønn dag, so hetta var væl omanfyri tað. Í gomlu reglugerðini á miðnámi stóð, at næmingar skuldu læra 1.000-1.500 orð tað fyrsta árið í fronskum, í øðrum flokki millum 1.500 og 2.500 orð og í triðja flokki millum 2.500 og 3.500 orð, og tað var so tað fyrsta stigið.

Fransmenn hava orðabøkur á ymsum stigum. Teir hava eina orðabók, sum teir kalla Benjaminorðbókin; har eru eini 6.000 orð. So hava teir eina Juniororðabók, sum fer upp á knøpp 10.000. Teir hava eisini eina framhaldsdeildar­orða­bók, sum fer nakað hægri. Á miðnámi er ein, sum liggur um 30.000 orð. Einar tríggjar orðabøkur hava eini 40.000, og forløgini í Fraklandi eru í harðari kapping at gera betri og betri orðabøkur. At enda kann nevnast, at fransmenn hava eina orðabók fyri útlendingar, sum teir halda, at útlendingar áttu at dugað, og hon telur 20.000 orð. Róland hevur strembað móti tí málinum. Hann er ikki komin á mál enn, men heldur á. Hann er komin upp á 10.000 nú.

Róland ætlaði ikki at geva hana út, men Jonhard var ótolin, og segði, at hetta var ivaleyst hjá næmingunum at byrja við, og at tað var ríkiligt til miðnám. Sum nevnt er orðabókin í gerð, ætlanin er, at Sprotin og Róland skulu samstarva við lærarar, og koma lærarar við tekstum ella songum, so heitir Rólant á teir um at geva honum tekstin, so setir hann tey orðini inn, ið mangla. At arbeiða við orðabókum er eitt ævigt arbeiði.

Ein modernað orðabók við nógvum hentleikum

Orðabókin hevur alt tað vanliga við sum kyn, ljóðskrift og tílíkt, men nýbrotið er, at hvørt orð hevur eina skilmarking, sum stendur loddrætt. Tað hava vit ikki í nógvum orðabókum.  Sláa vit til dømis upp orðið amour, kærleiki, so stendur fyrst ein skilmarking, hvat tað er. Síðan kemur eitt dømi við einum setningi, har orðið er í, og somuleiðis standa fastar orðingar saman við sjálvum orðinum. Hetta er eisini sjáldsamt í orða­bókum. Í øðrum netorðabókum skalt tú altíð klikkja eina ferð afturat fyri at finna fastar orðingar, men soleiðis er ikki í hesi orðabók. Afturat hesum hevur hann sett upp í samheiti og mótheiti, ið er gjørt fyri næmingar, sum t.d. skriva stíl. Tá ið teir brúka orð sum rættvísi og friður ella javnrættindi, so síggja teir í orðinum beinanveg eini tvey-trý orð, sum eru samheiti, og tvey-trý, sum eru mótheiti. Við at brúka hesi orð, fáa teir eitt fjølbroyttari orðfeingi. Róland hevur varnast, at teir fáa eitt ella tvey stig hægri met til próvtøkuna, um teir hava lært seg at skriva við fleiri orðum um tað sama, sum lýsir t.d. “rættvísi” frá fleiri síðum.

Ein avbjóðing í fronskum eru sagnorðini. Har eru yvir 6.000 ymisk sagnorð, og nógv teirra eru óreglulig, so hvørja ferð næmingar skriva, so síggja teir, hvussu orðið bendist, og uppi yvir hvørjum orði hevur hann sett einar 5 høvuðsformar. Men so bendist sagnorðið í so mongum øðrum formum, og tað nýggja er, at teir síggja akkurát tað orðið, sum teir leita eftir í øllum sínum formum. Tað kunnu vera upp til 30 ymiskir formar, sum teir skulu leita eftir og finna, og tað er ein øgiligur lætti við hesi orðabók. Hetta er eitt leinki, sum er knýtt upp í eina franska skipan,  har teir koma inn á eitt av kendastu tíðindabløðunum, so síggja teir har inni samheiti, mótheiti og bendingar. Av tí, at hetta er ein franskur miðil, sum lokkar ungdóm inn fyri at fáa teir sum haldarar, so kunnu teir trýsta á actanite …, so hoyra teir tey nýggjastu tíðindini á fronskum ígjøgnum orðabókina. Eisini hoyrist ljóðið og orðið á fronskum eins og í hinum orðabókunum. Hon kann eisini brúkast øvugt. Um tú skrivar orðið kærleiki og leitar undir einum ávísum kassa, sum eitur orðfeingi, sært tú setningar, har orðið kærleiki er í, tað kann t.d. umsetast til fýra orð á fronskum. Tá skalt tú velja tað, sum hóskar til tín setning.

Orðabøkur í Frankaríki hava kvinkað seg ímóti at vera smá leksikon, tað hevur henda eisini. Um man t.d. trýstir á ES, og vil kanna, hvat tað er, so koma einar fýra reglur, sum annars høvdu staðið í eini leksikon. Hetta er íblástur, sum Róland fekk frá næmingum.

Í takkarrøðu til Rólands í sambandi við, at bókin kom út, nevndi Hanna Jensen m.a. um Franska-føroyska Orðabók eftir Róland í Skorini, at nú:

  • kunnu føroyskir næmingar koma tættari at hesum stóra málinum í romansku málættini.
  • kunnu undirvísarar í enn størri mun nýta sítt móðurmál sum grundarlag, tá teir undirvísa í fronskum.
  • kunnu fransktalandi fólk í Føroyum frá øllum tí fransktalandi heiminum fáa beinleiðis umseting til okkara stóra mál í smáu oyggjunum í tí stóra havinum.
  • kunnu franskar bókmentir koma beinleiðis inn í okkara mál við eini einastu grundtreyt: einum persóni, sum er drivin av áhuga, forvitni og alski til tann tekstin – og so gjøgnum filtrið, ið er heimasíðan hjá Sprotanum.
  • kunnu fólk uttan úr heimi, hvar enn tey sita, gjøgnum franskt finna føroysk orð.
  • kunnu øll tey, sum hava lært franskt í sínum ungu døgum ella sum part av síni útbúgving – og tey eru ikki fá – fáa ein hentleika, so hesin lærdómur gerst enn lættari at bera og nýta og kunnu kveikjast til at venda aftur til hesa stóru keldu av tekstum, sum finst á fronskum.
  • kunnu týðarar úr fronskum til føroysk fáa eitt sera tiltrongt amboð.

Keldur

Viðtal, sum Rúni Jákupsson gjørdi við Róland í Skorini í “Góðan morgun Føroyar” 1. mars 2018.

Røða, sum Hanna Jensen helt í Reinsarínum 2. mars 2018.

Aðrar greinar í miðnámsrit 16