Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Lærutilfar á miðnámi - hvussu fáa vit 80% á føroyskum?

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 16, apríl 2018

Í 2013 bleiv ein kanning gjørd, sum vísti, at 20% av lærutilfarinum á miðnámi var á føroyskum máli, tá ið lærugreinin føroyskt var ikki tikin við. Eg fór ígjøgnum allar pensumlistar á miðnámi, sum blivu sendir Mentamálaráðnum á vári 2012. Eitt, sum undraði tá, var, at føroyskt lærutilfar, sum kundi verið brúkt, ikki bleiv brúkt serliga nógv. Síðan tá havi eg hugsað um orsakirnar, og hvat kann gerast. Eg haldi, at vit hava tvær loysnir. Tann fyrra er, at vit í eini skiftistíð brúka føroyska tilfarið, sum er. Tann seinna er at leggja eina ætlan, hvussu vit gera lærutilfar.

Í Degi og viku 26. og 27. februar 2018 vóru innsløg um útlendingar og integratión. Komið var millum annað inn á skúlaverkið. Vit sóu eina kvinnu 26. februar, sum las til náms­frøðing á Fróðskaparsetri Føroya. Ein av hennara avbjóðingum var, at hon næstan bara fann danskt tilfar. Kvøldið eftir var viðtal við ein útlending, sum gekk á miðnámi, og hon hevði somu trupulleikar. Hon hevði avbjóðingar við tí danska, og er noydd at brúka eina app, sum týðir tekstin úr donskum til enskt.

Um vit hyggja eftir, hvussu nógv tilfar er á føroyskum, so er ikki so heilt lítið. Vit hava t.d. føroyskt tilfar á C-stigi í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði, samfelagsfrøði, marknaðar­førslu og virkis­búskapi. Vit kunnu hóskandi spyrja, hví støðan er sum hon er, og hví lærarar ikki vilja brúka føroyskt tilfar? Helst eru fleiri orsakir, men lat meg koma við nøkrum boðum og hvussu vit koma víðari. 

Tørvskanningar mugu gerast

Vit mugu fyrst og fremst kanna í øllum lærugreinum, hvussu tørvurin er. Hetta kann gerast á tann hátt, at allir fakbólkar á skúlunum kanna, hvat tilfar er, og hvat kann brúkast. Vit undirmeta nokk, at tilfar finst. Hetta skal savnast saman og brúkast. Vit lærarar hava møguliga lyndi til at hugsa, at vit skulu byrja á síðu 1 og enda á s. 285. Soleiðis nýtist tað ikki at vera. Tað kann vera, at t.d. s. 34-50 ikki er viðkomandi í eini lærubók, tá er bara at taka hetta burtur úr. Ein lærubók kann vera partur av læru­tilfarinum, og ikki er neyðugt, at øll bókin skal brúkast. Tá ið hetta er gjørt, venda lærarar aftur til leiðslurnar við einum uppriti, har tær lýsa tørvin. Síðan er bara at fara í gongd.    

Fólkaskúlin hevur víst veg

Í føroyska fólkaskúlanum yður í góðum lærutilfari. Har hava verið og eru sannar eldsálir, ið hava gjørt ørgrynnu av góðum tilfari í síni frítíð. Hesar eldsálir hava ikki knarrað og gramt seg, tær eru farnar til arbeiðis, tí at tørvur var á tilfari. Burtur úr hópinum kunnu nevnast Svenning Tausen, Theodor Hansen, Jóannes Andreas Næs, Harry Davidsen, Gunvør Højgaard, Gunnvá Dam, Anna Maria Jensen og Ólavur Michelsen. Hesi hava gjørt tilfarið, tí at tey hava sæð námsfrøðiliga vinningin í at brúka móðurmálið. Tað sama kunnu vit siga um lærarar á miðnámi, ið hava havt sama hugburð, nevnast kunnu Pól Jespersen, Zakarias Wang, Annfinnur Zachariassen, Heðin Samuelsen, Olav Absalonsen, Finn Jensen, Árant Andriasson o.o. Eins og starvsfelagar í fólkaskúlanum hava hesir arbeitt undir vánaligum treytum, teir hava ikki sitið og knarrað um sáttmálar og annað, teir hava brúkt part av síni frítíð til at gera tilfar. Tann 2. mars í 2018 gav Sprotin franska-føroyska netorðabók út, sum Róland í Skorini hevur skrivað.

Í fólkaskúlanum hava lærarar viljað brúkt tilfarið, sum starvsfelagar hava gjørt. Teir hava kanska funnist at onkrum í bókunum, men fyri tað hava teir ikki vrakað eina heila bók, tí at onkur nýggj orð og hugtøk eru. Á miðnámi er ein heilt annar hugburður, miðnáms­skúlalærarar eru alt ov skjótir at finnast at, fyri síðan at kasta frá sær og fara yvir til danskt tilfar. Tað hoyrist eisini millum lærarar, at summir ikki vilja brúka føroyska tilfarið, tí at hesin og hasin hevur skrivað tað. Tað er ómetaliga synd, um hetta er ein orsøk.

Summir miðnámsskúlalærarar vilja ikki brúka føroyskt lærutilfar, tí at tilfarið er “ov føroyskt”. Hvat liggur í hesum er eitt sindur ógreitt, mær vitandi er hugtakið “ov føroyskt” bara eitt hugtak, sum ræður millum føroyingar. Eg havi aldri hoyrt okkara norðurlendsku grannar sagt “hetta er ov norskt, íslendskt, svenskt, enskt, ella ov danskt!” Eg kann ímynda mær, at hesir lærarar meina við, at her eru føroysk hugtøk og orð í lærubókum, sum teir ikki kenna. Teir hava lyndi til at døma lærubøkur upp á eini 25 orð, sum teir halda ljóða løgin ella síggja løgin út. Hesi orð gera, at øll lærubókin skal krógvast burtur, og tað er eisini stórt spell.

Ein onnur orsøk til, at føroyskt lærutilfar ikki verður brúkt, sigst vera, at tilfarið ikki er nóg lekkurt og tølandi. Tær donsku lærubøkurnar tykjast summum lærarum vakurt uppsettar, hava vakrar myndir, eru námsfrøðiliga á sveimandi hæddum, har næmingarnir veruliga læra nakað. Fyrr var illa, danir kunnu gera slíkt tilfar, tí at har er ein stórur marknaður, og tað tekur bara nakrar dagar at selja tær. Vit mugu eisini hava í huga, at føroyskir skúlanæmingar stuðla væl teimum forløgum, ið gera lærutilfar. Teir brúka megin partin av bókastuðlinum, sum er umleið 8 milliónir um árið, at ríka donsk forløg. Tað skuldi ikki undrað meg, at um ein føroyskur miðnámsskúlanæmingur skuldi valt millum eina danska lærubók við tølandi myndum og eina føroyska lærubók, at hann valdi ta føroysku? Men tað valið sleppur næmingurin ikki at taka, tí lærarin hevur tikið tað fyri hann, tí at danska fakmálið er honum meir kunnugt, heldur hann. Í seinasta enda snýr alt seg um hugburð, her kunnu skúlaleiðslurnar hjálpa til. Tær kunnu eggja sínum starvsfólki, at tey skulu brúka føroyskt tilfar.

Leiðslurnar eiga at verja lærarar móti fyrisiting

Mentamálaráðið eigur at hava ein yvirskipaðan politikk um føroyskt lærutilfar á miðnámi. Í løtuni skal ein lærari undirvísa nógv meir enn fyrr, og tað ger, at orkan til at gera læru­tilfar minkar. Sáttmálin millum YF og Fíggjarmálaráðið køvir alt virksemi á miðnáms­skúlunum. Miðnáms­skúla­lærarar eru meira bókhaldarar og skrivstovufólk enn lærarar, her kann myndugleikin hjálpa til, so skipanin kemur á beint aftur, so lærarar fáa bestu umstøður at gera lærutilfar. 

Leiðslurnar á miðnámsskúlunum eiga at eggja lærarum at brúka og gera føroyskt lærutilfar. Tær skulu skapa góðar umstøður hjá teimum, sum vilja gera tilfar. Millum annað við at verja hesi fólk ímóti fundarvirksemi, geva teimum góðar tímatalvur o.s.fr.

Eitt uppskot til at fíggja lærubøkur

Tá ið umstøðurnar at gera tilfar eru komnar upp á pláss, skal farast til verka. Á skúlunum kundu so lærarar komið til leiðslurnar við uppskoti, hvat innihaldið skuldi verið. Síðan kom Nám inn sum partnari hjá lærarum í tilgongdini. At enda skuldi so Nám givið bókunum snið og sett tær upp. 

Tað virkar ikki sum, at politikarar vilja játta pengar til lærutilfar, men peningur trýtur ikki í skipanini. Allir næmingar á miðnámi fáa bókastuðul, hesin ið sum nevnt er umleið 8 milliónir um árið. Meginparturin av hesum pengum enda í pengakassanum hjá donskum skúlaforløgum. Ístaðin fyri at stuðla hesum feløgum, kundi øll upphæddin ella partur av henni verðið brúktur til at gera tilfar, talan er um hjálp til sjálvhjálp. Hesin peningur kundi verið fluttur til skúlarnar at umsita. Vit hava tveir stórar deplar, so kundu teir smáu skúlarnir blivið knýttir at teimum stóru deplunum. Tá fingu leiðslurnar samstundis eisini ábyrgdina og ognarskap í at biðja fólk gera tilfar, t.d. hevur Glasir longu nú stovnað egið forlag, har ætlanir eru um at geva lærutilfar út. Um vit settu okkum saman, kundu vit havt 80% av lærutilfari á føroyskum til miðnám um eini fimm ár, um hugburður og vilji er til tess, og øll koma inn í dystin og vísa ein vilja.            

Keldulisti    

Maria Heradóttir Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum?, Miðnámsrit nr. 14, 2017.

Olav Absalonsen Eru føroyskar skúlabøkur dýrar at gera?, Miðnámsrit nr. 1, 2014.

Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson Málstríðið á miðnámi, Miðnámsrit nr. 6, 2015

Olav Absalonsen Marknaðarbúskapur, Miðnámsrit nr. 14, 2017.

Pól Jespersen Um at skriva undirvísingartilfar, Miðnámsrit nr. 1, 2014.

Tórður Johannesarson Næstan 80% av lærutilfarinum í føroysku miðnámsskúlunum er danskt, Miðnámsrit nr. 1, 2014.

Tórður Johannesarson Støddfrøði á føroyskum, Miðnámsrit nr. 3, 2014.

Tórður Johannesarson Toymisarbeiði – uttan fundir, Miðnámsrit nr. 8, desember 2015, Greinasavn 2016.

Tórður Johannesarson Bókastuðul á miðnámi – hjálp til sjálvhjálp, Miðnámsrit nr. 11, 2016.

Tórður Johannesarson Helmingurin av føroyskum próvtøkum á miðnámi verður dømdur uttanlands, Miðnámsrit nr. 11, 2016.

Tórður Johannesarson Ársverkið køvir hugin, Miðnámsrit nr. 14, 2017.

Aðrar greinar í miðnámsrit 16