Smáir miðnámsskúlar í andróðri
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 16, apríl 2018
Tríggir miðnámsskúlar í Havn eru lagdir saman í ein, og tveir miðnámsskúlar á Kambsdali eru lagdir saman í ein. Miðnámsskúlar, ið ikki hava verið við í nakrari samanlegging, eru tískil blivnir lutfalsliga minni, enn teir vóru. Vit hava spurt leiðararnar á trimum av hesum skúlum, hvønn týdning hesir skúlar hava, og hvørjar avbjóðingar teir hava. Teir eru Jákup Andreasen, ið er stjóri á Miðnámi í Vestmanna, Ole V. Laursen, rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, og Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska skúla í Klaksvík.
Hvussu stórir eru skúlarnir?
Jákup: Á Miðnámi í Vestmanna eru trý fólk í føstum starvi , og harafturat undirvísa 11 tímalærarar. Vit hava í løtuni 45 næmingar í trimum flokkum. Av teimum eru 19 úr Vestmanna, meðan hinir eru úr nógvum ymsum bygdum og býum.
Ole: Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy arbeiða 20 lærarar. Og vit hava 130 næmingar.
Rúni: Á Tekniska skúla í Klaksvík eru 28 fulltíðar lærarar og 5 tímalærarar. Í løtuni er ársnæmingatalið áleið 220, men av tí at handverkslærlingar skifta millum skúla og verkliga læru, eru úti við 300 næmingar knýttir at skúlanum. Eisini skal nevnast, at Klaksvíkar HF-skeið flutti inn í nýggj høli á skúlanum fyri hálvumøðrum ári síðan. HF og matvøruútbúgvingin geva betri javnvág millum kynini, tí yrkisútbúgvingarnar eru, sum vit vita, rættiliga mansdominerað.
Bygnaður og útbúgvingar
Jákup: Miðnám í Vestmanna bjóðar tilfeingisbreytina sum einasti miðnámsskúli í landinum.
Ole: Vit vóru ein deild undir Hoydølum, men tað eru vit ikki longur. Meir veit eg ikki. Ætlanin er vist, at vit skulu vera sjálvstøðugur skúli.
Rúni: Skúlin er skipaður sum sjálvsognarstovnur við einum skúlastýri, umboðað av vinnuni, heimstaðarkommununi og við einum starvsfólkaumboði. Undir stjóranum eru tveir økisleiðarar. Ein fyri gymnasialu tøknibreytina og ein fyri yrkisútbúgvingarnar. Hesar eru inann yrkini: el, matvøru, metal og timbur.
Var nakrantíð upp á tal, at skúlarnir skuldu upp í ein depil?
Jákup: Mær vitandi hevur tað ongantíð verið upp á tal, at skúlin í Vestmanna skuldi við í ein depil, og eg eri ongantíð beinleiðis spurdur um tað.
Ole: Tað hevur verið upp á tal, at vit skulu vera partur av Glasi, men tað skulu vit nokk ikki?
Rúni: Ja, í fyrireikingunum til Marknagilsdepilin vóru ætlanir um, at miðnámsskúlarnir á Kambsdali og Klaksvík skuldu skipast í ein Norðurdepil. Men millum starvsfólk, vinnuliga baklandið hjá skúlanum og politiskt hevur ikki verið undirtøka fyri tí ætlanini.
Samstarv við aðrar skúlar
Jákup: Vit hava ikki felagshold við aðrar skúlar, men 4 av okkara tímalærarum undirvísa eisini á øðrum skúlum.
Ole: Tað er ikki fakligt samarbeiði við Heilsuskúlan, men tað er framúr gott, at skúlarnir eru her undir sama taki, tá ið brúk er fyri einum sjúkrarøktarfrøðingi. Nakrir lærarar frá okkara skúla undirvísa á Heilsuskúlanum í lærugreinum á C-stigi.
Rúni: Í 2017-18 er samstarv um einstakar lærarar, sum starvast á TSK og á Miðnámi á Kambsdali. Í teimum førum, har holdini kunnu vera smá, hava verið felags valhold við HF, t.d. í sálarfrøði og ítrótti.
Hvønn týdning hava skúlarnir fyri lokaløkini?
Jákup: Tilfeingisbreytin er ein av breytunum í gymnasialu breytaskipanini frá 2013, og tí kunnu ungir vestmenningar taka eina gymnasiala útbúgving í bygdini.
Ole: Tað kann ikki sigast við orðum, hvønn týdning okkara skúli hevur fyri Suðuroy. Sum foreldur vildi man helst hugsað um at flyta av oynni, um børnini ikki kundu verið her eftir, at tey eru fylt 16 ella 17. Tey ungu hava alt at siga fyri t.d. ítróttin, og fleiri teirra búseta seg her aftur eftir lokna útbúgving, og eru við til at menna oynna. Tað høvdu tey neyvan gjørt, um tey ikki høvdu fest røtur her sum ung. At vit eisini hava akademikarar her, ger, at hesir eru góðir fyri kommunukassarnar. Uttan skúlan vildi afturgongdin í fólkatalinum verið meira týðilig.
Rúni: Fyri eitt stað sum Klaksvík við fimmtúsund borgarum vildi býurin verið so øðiliga nógv fátækari uttan henda undirvísingarstovnin. Umleið helvtin av ungdómunum, sum ganga á skúlanum, kemur úr øðrum pørtum av landinum, serliga Eysturoy. Við at hýsa teimum stóru handverksyrkjunum eigur skúlin eisini stóran lut í, at handverksvinnan í Eysturoy og Klaksvík kann eftir stuttari tíð umstilla seg til nýggjar og størri avbjóðingar. Vit síggja nú eisini, at alt fleiri av okkara næmingum, sum hava brent fyri elektronikki og KT, síggjast aftur í føroyska vinnulívinum.
Eru vansar við einum lítlum miðnámsskúla í mun til deplar?
Jákup: Vansarnir við einum lítlum miðnámsskúla eru til dømis, at tað ikki ber til at bjóða so nógvar vallærugreinir út sum á einum depli. Eisini er trupult at seta lærara ístaðin, um onkur lærari er sjúkur ella burtur frá arbeiði í øðrum sambandi. Ein annar vansi er, at ein lítil skúli ikki hevur serkøn fólk at røkja seruppgávur burturav sum t.d. kunningar- og reklamutiltøk. Fíggjarliga orkan til kunningar- og reklamutiltøk er eisini ógvuliga avmarkað.
Ole: Vansin við at vera so lítil skúli er, at vit eru sera viðkvom fyri sveiggjum í næmingatali. Vit hava lærarar í føstum starvi, og hesir skulu hava eitt arbeiði. Um bara 10 av okkara ungu velja at fara á eftirskúla ístaðin fyri at koma her á okkara skúla, so merkja vit tað. Tað er ikki altíð, at vit kunnu bjóða út lærugreinir, sum summir næmingar ynskja. Hetta letur seg gera á stóru skúlunum. Vit eru noydd til at varðveita ta gomlu vallærugreinaskipanina ístaðin fyri at hava leiðir, og tað darvar tvørfakligari undirvísing. Tað kann vera torført at fáa lærarar, sum ofta hava ilt við at finna arbeiði til í oynni.
Rúni: Tá eg byrjaði í 1994, vóru sera trongar tíðir og munandi færri starvsfólk enn nú. Men við ógvuliga eldhugaðum starvsfólki megnaðu vit avbjóðingarnar, sum fyrst og fremst vóru settar í donskum regluverki innan gymnasialu útbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar. Sæð í bakspeglinum, hugsi eg, at eini skúli við færri enn fimtan lærarum er tungur at menna. Men við tretivu lærarum, har nakrir eru innan sama yrki, er møguleiki fyri fakligari menning og harvið betri trivnaði. Í ávísum føri eru fíggjarligir stórdriftsfyrimunir við størri skúlum ella deplum, herundir innkeyp og stápsfunktiónir.
Eru fyrimunir í einum lítlum skúla í mun til deplarnar?
Jákup: Ein lítil miðnámsskúli skuldi verið eitt upplagt tilboð til teir næmingar, sum ikki trívast í einum stórum umhvørvi, har tað er lættari at “detta niðurímillum”. Á einum lítlum skúla er tað umráðandi, at leiðsla og hvør einstakur lærari er tilvitaður um at gera sítt besta, tí kappingin um næmingar er nógv harðnað síðstu árini.
Ole: Fyrimunurin við einum lítlum skúla er, at vit lætt hjálpa og stuðla tí einstaka næminginum. Tað er avgjørt ein fyrimunur, at vit ikki eru so nógvir lærarar, tí at tað er lætt og skjótt at hava fundir, og tað ber til at hava ein flatan leiðslubygnað. Tað er lætt at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har næmingar og lærarar trívast.
Rúni: Á einum lítlum skúla sum TSK síggjast fulltíðarsett starvsfólk tvørtur um allar deildir so at siga hvønn dag. Tað hevur fyrimunir við sær. Samstarvið er betri, og tað styrkir um ognarskapin hjá einstaka læraranum. Tað, at lærarar síggjast dagliga, hevur við sær, at fleiri næmingar verða loftaðir, sum annars kundu dottið niður ímillum. Ein av stóru avbjóðingunum eru næmingar, sum falla frá. Her trúgvi eg, at størru skúlarnir standa veikari. Hjá næmingum viga persónligu relatiónirnar við lærarar og vegleiðara nógv. Í lítlum skúlum eru tær væl tættari.
Hvussu kunnu skúlarnir mennast?
Jákup: Ein avgjørd fortreyt fyri at menna Miðnám í Vestmanna er, at skúlin fær nøktandi busssamband við t.d. Kollafjørð, og at skúlin fær lestrarbústaðir til næmingar, sum koma av bygd.
Ole: Ein fyritreyt fyri, at skúlin kann mennast, er, at leiðslubygnaðurin kemur í trygga og fasta legu.
Rúni: Profilurin hjá TSK er tøkni í breiðari merking. Tað verður við vitan og útboði á hesum økinum, at skúlin skal mennast. Globalu avbjóðingarnar innan umhvørvi og áhaldandi menningini innan kunningartøkni koma at síggjast aftur í virkseminum á skúlanum í framtíðini. Skúlin leggur seg eisini eftir at nøkta tørvin á útboðum í lokalsamfelagnum.
Hvussu eru framtíðarútlitini hjá skúlunum?
Jákup: Vit eru í løtuni í einum aldudali næmingatali viðvíkjandi, sum helst kemur av tí nógvu umrøðuni, sum Glasir hevur fingið. Høvuðsstaðurin við nógvu tilboðunum virkar dragandi upp á tey ungu, og ein nýggjur samanlagdur skúli í Havn við tilhoyrandi bústaðarmøguleikum er lokkandi og spennandi. Vit eru tó ikki í iva um, at sum frá líður verður tað ein bólkur av ungum, sum fer at virðismeta tað meira fjálga umhvørvið á einum lítlum skúla, har tað ber til at veita serliga góða tænastu til hvønn einstakan næming.
Ole: Í løtuni er næmingagrundarlagið støðugt, so vit vóna tað besta.
Rúni: Skúlin hevur nú eina serstaka gymnasiala breyt og fýra handverksyrki. Útboðið er fjølbroytt, og eftirspurningurin í samfelagnum eftir fólki við hesum førleikum er vaksandi. Men av royndum vita vit, at ávirkanir uttanífrá skjótt kunnu ávirka vinnuna, sum aftur ávirkar virksemið á einum yrkisskúla. Fasta sambandið millum Skálafjørðin og Suðurstreym saman við nýggja skúladeplinum við Marknagil kann eisini koma at hava ávirkan á aðrar miðnámsskúlar í landinum. Av royndum vita vit, at tá er neyðugt hjá einum lítlum skúla at spenna seg út í góðsku og trivnaði.
Hví skifti Fiskivinnuskúlin navn til Miðnám í Vestmanna?
Jákup: Skúlin skifti navn, tí teir seinastu næmingarnir, ið gingu eftir gomlu skipanini og tóku HIF-prógv (hægri próvtøku innan fiskivinnu), vórðu lidnir í 2015. Tískil var navnið Fiskivinnuskúlin beinleiðis misvísandi eftir tað. Vit royndu leingi at fáa MMR at taka undir við at broyta navnið á skúlanum, men hetta gekk ógvuliga striltið. Á vári 2017 eydnaðist umsíðir at fáa tilsøgn um at broyta navnið til Miðnám í Vestmanna.