Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Suðuroy sum karakterfrítt øki

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 16, apríl 2018

Fyri nøkrum árum síðan eygleiddi ein lærari, ið tók ástøðiliga partin í náms­frøði, mína undirvísing í einum flokki. Henda dagin fingu næmingar stíl aftur. Vit høvdu tá á Handilsskúlanum í Havn havt karakterfría undir­vísing í nøkur ár á fyrsta ári. Næmingar fingu ikki met, bert skriv­ligar viðmerkingar um, hvat teir høvdu gjørt væl og hví, og hvat teir kundu gjørt betur og hvussu. Tá ið tímin var liðugur, prátaðu vit saman, og lærarin spurdi undrandi, hví næmingarnir ikki vórðu illir, tá ið teir fingu stílarnar aftur. Tá ið hon gav næmingum stíl aftur, vóru fleiri av teimum í øðini inn á seg. Eg greiddi henni tá frá, at teir ikki fingu próvtøl. Segði eisini fyri henni, at eina ferð skræddi ein næmingur stíl og viðmerkingar, tá ið hann sá próvtalið. Viðkomandi næmingur hevði sostatt einki lært, og eg mátti ásanna, at próvtøl vóru skaði­lig í eini læringsprosess.    

Miðnámsrit hevur í fýra ár víst á, hvussu skaðiligir karakterir eru. Um vit vilja tað ella ei, mugu vit tora at taka eitt kjak upp í Føroyum um karakterir. Av og á stingur hetta seg so hissini upp í miðlum, men yvirskipað eru myndug­leiki, skúlaleiðslur og lærarar ikki so heit fyri at broyta verandi karaktermentan í Føroyum, og spell er tað.

Fólkaskúlin – karakterfríur í góð seks ár

Í flestu føroyskum fólkaskúlum verða próvtøl ikki givin fyrstu seks árini. Hetta er heppin siðvenja, sum skúlarnir hava. Lærarar og leiðslur vita fullvæl, at met ikki tæna enda­málinum, at næmingarnir skulu læra, og eru skaðilig í eini læringsprosess.

Vit kunnu spyrja, hví lærarar í Føroyum byrja at geva met í júst sjeynda flokki. Helst eru fleiri orsakir. Ein kann vera, at foreldur krevja, at børnini skulu hava karakterir, fyri at vita, hvar tey flóta. Har fara foreldur skeiv, tí lærarar hvørki kunnu ella skulu geva met fyri at boða frá, hvar næmingurin flýtur í eini læringsgongd. Tað hevði ikki verið heppið at givið einum ungum talenti í ítrótti karakterir í eini tilgongd? Heldur eigur venjarin, hvussu tú mást betra teg á ávísum økjum. 

Í námsætlanunum fyri fólkaskúlan verður kravt, at næmingurin skal hava eitt ársmet í 9. flokki. Tað vil siga, at í verandi skipan í fólkaskúlanum er ikki neyðugt at geva próvtøl fyrr enn í 9. flokki, men allíkavæl byrja lærarar at geva próvtøl í sjeynda flokki. 

Tú hoyrir ofta úr fólkaskúlanum, at næmingar verða motiveraðir av próvtølum, t.d. verður hildið, at eitt lágt próvtal kann motivera summar næmingar. Hetta slag av motivatión kann eisini køva teir næmingar, sum eru í eini prosess, karkaterirnir kunnu tá blíva til eina identifikatión, teir identifisera seg við próvtalið og kasta frá sær, meðan teir t.d. læra at greina yrkingar. Eg havi ein varhuga av, at lærarar og leiðsla geva eftir fyri trýsti bæði frá næmingum, sum hava hoyrt næmingar í hægri klassum tosa um próvtøl, og frá foreldrum. Summir lærarar lata seg trýsta, tí at næmingurin sigur, at tað er so gott fyri hann. Tann royndi lærarin veit, at karakterir í eini prosess eru skaðiligir. Eg trúgvi neyvan, at somu foreldur vildu givið børnum sínum søtmeti allan dagin, meðan tey stóðu í vøkstri, tí at barnið ynskir tað. Foreldrini vita, at søtmeti í stórum mongdum er skaðiligt. Somuleiðis vita lærarar, at próvtøl eru skaðilig, meðan næmingurin er í ferð við at læra. Ein onnur orsøk er, at næmingar fáa karakterir á miðnámi, og tí er karaktergeving í sjeynda flokki ein fyrireiking til karaktergeving og er partur av motivatión. Tað er spell, um hetta er hugsanin, og tá eru miðnámsskúlarnir við til at skapa eina skaðiliga karaktermentan í fólka­skúlanum. So kemur brennandi spurningurin, hvat gerast skal? Tað verður helst torført at sleppa av við próvtøl, men man kundi gjørt tað, at næmingar bara fingu ársmet í 9. flokki. Hesi ársmet skulu ikki koma óvart á næmingarnar, men skulu vera bygd á dygdar­góðar formativar eftimetingar, har næmingurin og foreldrini vita, hvar næmingurin flýtur í læringsprosessini.   

Búskaparbreyt og FHS – karkaterfrí undirvísing

Á Handilsskúlanum í Havn hevur verið arbeitt í nøkur ár við karkakterfríari undirvísing. Olav Absalonsen hevði í mong ár karkaterfría undirvísing í virkis­búskapi, hetta smittaði eisini av upp á aðrar lærarar, ið sóu fyrimunirnar við ikki at geva næmingum karakter, meðan næmingarnir vóru í eini prosess. Hann vildi eisini flyta fokus frá karakterum til læring. Reidar Nónfjall og Helena Dam á Neystabø, sum vóru stjórar um hetta mundið, stuðlaðu teimum, ið arbeiddi fram móti karakter­fríari undirvísing á skúlanum. Tey valdu at byrja við tí, sum æt HH3, ið var ein trý ára útbúgving. Læraratoymini tóku væl undir við hugskotinum. Tey valdu at fara varliga fram í fyrstu atløgu. Arbeiðið bleiv av fyrstan tíð skipað á tann hátt, at fyrsta hálva árið á HH3 og á búskaparbreyt var karakterfrítt í lærugreinum, ið bara vóru eitt ár. Í lærugreinum, ið fevndu um tvey ella trý ár, var fyrsta árið heilt uttan karakterir, tó fingu næmingar ársmet. Seinni bleiv FHS eisini karkaterfrítt fyrra hálvár.

Í 2015 tók leiðslan á Føroya Handilsskúla í Havn stig til at hava ein fyrireikingar­flokk til miðnám, og tað námið var eisini karakterfrítt. Skúlaárið 2017/18 valdi leiðslan á Glasi, at fyrsta árið á búskaparbreyt skuldi vera karakterfrítt. Royndirnar hava verið sera góðar, næmingar spyrja eftir metum ta fyrstu tíðina, men sum skúlaárið líður, verða teir flestu glaðir fyri, at toymini flyta fokus frá karakterum til læring. Lærarar duga eisini at greiða næmingum frá, hvar teir eru sterkir, og hvar teir skulu menna seg. Sum heild hevur leiðsla skúlans ikki fingið nógvar kærur um ársmet, og tað má bera boð um, at lærarar hava dugað at greitt næmingunum frá við orðum, hvar teir flóta í tilgongdini, og at ársmetið ikki kom óvart á.    

Nøkur dømi úr Danmørk um karakterfría undirvísing

Í 2014 byrjaði Odder gymnasium eitt karakterfrítt ár fyri næmingar á fyrsta ári. Árið eftir byrjaði studentaskúlin Øregård upp á karakterfría undirvísing í einum 1.g, og tað gav so mikið góð úrslit, at allir fyrsta árs flokkar í skúlaárinum 2016/17 vóru karakterfríir. Skúlin fekk í 2017 100.000 kr. í heiðursløn, sum kallaðist undervisningens miljøpris, fyri átakið. Skúlin valdi at brúka pengarnar til at menna karakterfría undirvísing. Tað má sigast at vera visjonert av myndugleikanum at vísa skúlanum slíka virðing. Danska kenslumálaráðið valdi skúlaárið 2017/18, at 15 skúlar skuldu hava karakterfría undirvísing, og tað er bara byrjanin, skilst.  

Suðuroy sum karakterfrítt øki

Tað er upplagt, at Suðuroy kundi blivið til eina pilotverkætlan sum karakterfrítt øki í Føroyum. Í Suðuroy eru sjey fólkaskúlar. Tilsamans eru umleið 60 fólkaskúla­lærarar, har eru vikarar, námsfrøðingar, stuðlar og onnur knýtt at skúlunum. Skúlarnir virka væl, lærarar eru væl útbúnir, og sum skilst, er oyggin ikki fongd við ta fundar­øði, sum valdar á megin­økinum. Og tískil sleppa lærarar í oynni at fáast við læring og leggja undir­vísing til rættis uttan at verða órógvaðir av fundar­virksemi. Í oynni eru Miðnámsskúlin og Heilsu­skúlin. Økið er passaliga avmarkað, tað er skjótt og lætt at fáa leiðslur og starvsfólk savnað. Øll kenna øll, og tað er lætt at fáa lærarar og næmingar at kenna ognarskap í verkætlanini. Tað er eisini lætt at byggja brúgv millum fólkaskúla og miðnámsskúla um eftirmeting. Ein onnur grundgeving fyri at gera Suðuroy karakterfría er at venja næmingar­nar av við hetta í allari skúlaskipanini. Í alivinnuni stríðast tey við avlúsing, og tuberklarnir eru mestsum útruddaðir í Føroyum, nú er tíðin komin til at stríðast móti karakter­øðini.

Myndugleikin kundi sett ein granskara ella eitt toymi av granskarum, sum kundu skrivað Ph.D-verkætlanir, hesir kundu staðið fyri verkætlanini, har teir skipa fyri skeiðum, kjaki, fyrilestrum og øðrum. Hjá hesum granskarum er bæði lætt og skjótt at gera kvalitativar og kvantitativar kanningar av øllum møguligum slagi í sambandi við karakaterir og annað í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Keldur

Føroya Handilsskúli 1986-2016, Tórður Johannesarson (ritst.), forlagið Glasir, 2017.

Meting í undirvísing og læring, Olav Absalonsen, Miðnásmnrit nr. 3, 2014.

Ársmet og opinleiki, Olav Absalonsen, Miðnámsrit nr. 4, 2014.

Próvtøl køva læringina í skúlunum, Tórður Johannesarson, Miðnámsrit nr. 10, 2016.

Undirvísing ella læring? Læring hjá teimum ungu í tí seinmodernaða, Rógvi Thomsen, Miðnámsrit nr. 7, 2015.

Hví próvtøkur ikki eru eftirfarandi, Olav Absalonsen, Miðnámsrit nr. 12, 2017.

Afturmeldingar at menna læring, Olav Absalonsen, Miðnámsrit nr. 15, 2018.

http://www.odder-gym.dk/om-og/udviklingsprofiler/karakterfri-klasse/

https://piopio.dk/gymnasier-skal-teste-karakterfrie-klasser/

https://gymnasieskolen.dk/minister-karakterfrie-klasser-skal-bremse-perfekthedskultur

Aðrar greinar í miðnámsrit 16