KT-hjálp
Her finnur tú vegleiðingar og forrit ið verða nýtt á Glasi.
So leingi tú ert næmingur á Glasi so hevur tú ókeypis atgongd til nýggjasta office pakkan.
Office pakkin kann heintast her.
Til login skal tú nýta títt brúkaranavn@glasir.fo og loyniorð (ið tú hevur fingið frá umsitingini á 4. hædd).
Dømi:
Trýst nú á “Next” nakrar ferðir og installatiónin fer í gongd. Installatiónin kann taka eina góða løtu.
Soleiðis kemur tú á internetið á Glasi:
1. Finn eitt tráðleyst net ið eitur Glasir-Students.
Loyniorðið, ið skal skrivast er: Lesandi18
2. Opna ein kagara (um hann ikki poppar upp automatiskt)
og fylg vegleiðingini á skerminum.
Vitja https://www.glasir.fo/kt/forrit ella fá ein geyma frá telduvegleiðaranum.
Set geyman í telduna og far inná ávíkavist “Windows” (um tú brúkar Windows teldu) ella “Mac” (um tú brúkar Mac teldu).
Trýst síðan á fíluna ið endar við installer (ikki GYMUpgrade)
Nú er installatiónin farin í gongd. Trýst á “Next” nakrar ferðir til tú kemur til skermin niðanfyri:
Vel “Single User Lisence”
Tak øll flugubein úr
Flugubein í “Activate Maple…”
Skriva inn licens kotuna ið tú fært her
Fyll í teigarnir ið standa við reyðum (First name, Last name, Email og Country). Tak øll flugubein úr og trýst á “Next”.
Nú skuldi tú fingið eini boð, ið sigur at Maple er aktiverað.
Far nú aftur í geyman og trýst á fíluna ið endar við GYMUpgrade.
Her nýtist ikki at velja nakað so trýst bara á “Next” til installatiónin er liðug.
Nú skuldi Maple og GYM pakkin verið installerað á tínari teldu.
HER er leinki til videovegleiðingar – 8 í tali – um CD-ORÐ og ymsikt annað, sum er hent at vita
Fyri at fáa ein lisens til AutoDesk forritini er neyðugt fyrst at ogna tær skjalfesting frá fyrisitingini, ið prógvar títt tilknýtið til Glasir..
Fyri at heinta seinastu útgávuni av MarvinSketch & umbiða ein lykil – sí vegleiðing..
https://glasir.freshdesk.com/support/solutions/articles/35000195783
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón. Harafturat nýta vit cookies frá AddThis, sum eisini hava til endamáls at framleiða hagtøl.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!