Lektiukafé

Lektiukafé er eitt tilboð, har næmingar hava møguleika at leita sær hjálp, t.d. í samband við innlatingar. Í vár er lektiukafé týsdag og hósdag eftir vanligu skemaløgdu undirvísingina – frá kl. 15:30 til 16:30 (sí yvirlit her) – í bókasavnasøkinum. Sum er, er gjørligt at fáa hjálp og leiðbeining serliga í lærugreinunum støddfrøði og føroyskt, men næmingar, lærlingar og lesandi eru væl komin at venda sær til næmingatænastuna, um ynski er um hjálp í øðrum lærugreinum.

“Uden mad og drikke …”
Tað ber illa til at læra meira eftir ein heilan skúladag, um mann er svangur ella tystur. Tí borðreiða vit við tvíflísum, skuffukøku, kaffi og te fyri tykkum, sum koma á lektiukafé.