Miðnámsriti nr. 26 er nú tøkt her á heimasíðuni

Miðnámsritið er aftur hesuferð ein fjølbroyttur og læruríkur posi av blandaðum akademiskum bommi. Millum annað kunnu vit lesa um:

Svøvnur hevur stóran týdning fyri likamliga og sálarliga heilsu. Men eru vit øll greið um, hvussu stóran týdning svøvnur hevur, tá ið tað ræður um at læra og minnast? Les um nýggja føroyska gransking á hesum øki í gein eftir Onnu á Váli Guttesen.

Kapping innan læring er vandamikil. Tá ið vit brúka kapping sum námsfrøðiligt amboð, skaða vit læringsumhvørvið, tí tað er bara ein vinnari og nógvir taparar. Skúlin skal vera eitt stað, har øll kenna seg væl, og tað at gera mistøk er liður í læringini viðmælir Tórður Johannesarson.

Miðnámsrit nr. 26 á talgiltu gøtuni

Talgild tøkni broytir treytirnar fyri, hvussu vit arbeiða og læra, og hvussu vit brúka tøkni í undirvísing. Nógv bendir á, at skúlar eru tiknir á bóli av tøkniligu menningini, tí námsfrøðiliga menningin hevur ikki fylgt við tí tøkniligu. Meira um hetta í grein eftir Olav Absalonsen.

Ein meiriluti av miðnámslærarum heldur arbeiðið geva meining, men samstundis halda mong, at tey ikki fáa løn fyri alt, sum tey gera. Eitt nú vísa tey á eyka arbeiði av “tungum” næmingum og samskifti við foreldur. Tað vísir ein trivnaðarkanning í YF. Er miðnámslærarin vorðin ein høgguslokkur, spyr Birna Heinesen.

Eisini eru ummælir og ferðafrásøgn eftir Tórðuri Johannesarson, Kristionnu Winther Poulsen og Marnu Jacobsen.

Einstakar greinar kunnu lesast her og ein pdf-útgáva kann takast niður her

Góðan lesna øll somul 🙂