10. september varð skipað fyri hugnaløtu í sambandi við, at Ann Mari Strøm, Halgir Arge, Heimur Kristiansen (vantar á felagsmyndini), Helgi Eidesgaard, Jan Otto Holm og Tórur D. Djurhuus hava staðið námsfrøðiligu útbugvingina.
Una Joensen, rektari, handaði blómur og Olav Absalonsen, útbúgvingarleiðari, helt niðanfyri røðu:
Fakligur stoltleiki
Síðsta skúlaár arbeiddu vit við at orða hugsjón og endamál við Glasi. Eisini sendu starvsfólk teirra hugsan um virðisgrundarlag. Tilfarið varð savnað, og tað vóru 5 hugtøk, ið gingu aftur. Eitt av teimum var fakligur stóltleiki. Vit hava nógv fak her á Glasi. Á gymnasialum miðnámi eru 32 fak hetta skúlaárið, og á yrkisnámi eru nógv afturat. Vit hava sostatt nógvar serfrøðingar í húsinum. Men tað er eitt fak, sum vit hava í felag, og tað er námsfrøði.
Námsfrøði er eitt tvørfakligt fak. Vit hava til dømis orðið didaktikk, sum er undirvísingarlæra, men sum ikki bara snýr seg um, hvussu vit undirvísa, men eisini hví og hvat. Í eingilskmælta heiminum hevur orðið didactics eitt sindur smalri týding, og kanska eisini eina aðra løðing. Tí brúka tey har onnur orð, har vit brúka didaktikk. Til dømis education sciences og learning sciences, ið eru umsett til føroyskt sum útbúgvingarfrøði og lærivísind. Tey hava eisini eina gamla siðvenju um philosophy og education. Og tann heimspekin snýr seg millum annað um hvat og hví.
Námsfrøði kann sigast at vera undirvísing, læring og eftirmeting, ið skulu síggjast sum ein heild – og ikki sum leysir lutir. Undirvísing skal helst fremja læring. Eftirmeting ella ávegis meting verður gjørd fyri at síggja, hvat er lært, og hvat ikki er lært, og hvussu undirvísingin skal lagast eftir tí. Men tað ber eisini til at læra, sjálvt um ein ikki verður undirvístur. Tí hava vit hugtøk sum formlig læring og óformlig læring. Vit læra eisini, meðan vit sova. Kanningar hava víst, og nóg nógvur og góður svøvnur er alneyðugur fyri at læra.[i]
Um tú hevur undirvíst nóg leingi, hevur tú helst møtt onkrum fyrrverandi næmingi, sum hevur sagt, at tú vart besti lærari, hann hevur havt. Tá ið man hoyrir tað, verður man glaður, og kanska eisini bilsin. Men so hugsar man eisini um allar hinar næmingarnar, sum einki siga, og helst ikki eru samdir.
Við tí í huga spurdi eg einaferð ein fyrrverandi næming, sum eg helt meg kenna nóg væl til at spyrja: Hvussu var eg sum lærari? Tað var týðiligt, at spurningurin kom ikki so væl við. Hon hugdi syrgin upp á meg og segði: Eg eri sikkur upp á, at um tú hevði undirvíst í onkrum øðrum faki, so hevði tú verið ein góður lærari. Og eg hugsaði við mær sjálvum: Okkurt hevur tú lært allíkavæl. Tú dugir so at vera diplomatisk.
Hesar søgur vísa, at tað er ómetaliga krevjandi at vera lærari. Hvussu fáa vit allar næmingar við? Tað ber ikki til at býta flokkin sundur í góðar og vánaligar næmingar, tí teir eru ymiskir á ymiskan hátt.[ii]
Í teoriini eru myndlar til at skilja hetta betur, og sum kunnu geva íblástur til, hvussu vit skulu fremja undirvísing, sum fær allar næmingar við. Ein av hesum myndlum er TALI (teaching as leading inventory).[iii] Hann nýtir kendar leiðsluteoriir, soleiðis at vit síggja læraran sum leiðara. Tað er ein myndil, har vit í vatnrøttu ásini hava reflektión og aktión, og í tí loddrøttu hava vit næmingin og uppgávuna. Á tann hátt fáa vit 4 læraratypur:
- Stuðlarin (supporter)
- Teoretikarin (theorist)
- Fremjarin (achiever)
- Ávirkarin (influencer)
Og so velur tú ein stíl, sum lagaður eftir, hvar og hvussu næmingurin er, ella hvussu flokkurin er. Tað er so avbjóðingin í verki.
Hvussu er og ikki, kunnu vit staðfesta, at tað er í tráð við virðini um fakligan stoltleika, at vit í dag hátíðarhalda, at 6 lærarar á Glasi hava lokið NÚ í summar.
[i] Sí grein í Miðnámsriti: Svøvnur og tilvitað minni – Glasir
[ii] Sí grein í Miðnámsriti: Næmingar og ymiskleiki – Glasir
[iii] Sí grein í Miðnámsriti: Undirvísing er leiðsla – Glasir