Onki úrslit

Bókasavnið

Bókasavnið á Glasi er á 2. hædd. Bókasavnið veitir næmingum og lærarum tilfar og hjálp til at leita eftir tilfari til uppgávur knýttar at undirvísingini.

MAKAVIKA MÁN TÝS MIK HÓS FRÍ
1. bl. 08:10 – 09:40 AMD SMK
Fríkorter AMD SIN JOS SMK/SIN SMK
2. bl 10:05 – 11:35 JOS JOS PAG/AMD/SIN/SMK/JOS SMK
Døgurði AMD SIN JOS PAG/AMD/SIN/SMK/JOS SMK
3. bl 12:10 – 13:40 SIN SMK
Fríkorter AMD SIN AMD SMK
4. bl. 13:55 – 15:25 SMK
5. bl. 15:30 – 17:00 SIN JOS JOS
STAKVIKA MÁN TÝS MIK HÓS FRÍ
1. bl. 8:10 – 9:40 AMD SIN SMK AMD
Fríkorter AMD AMD SIN SMK AMD
2. bl. 10:05 – 11:35 SIN AMD SIN/AMD SMK
Døgurði SIN AMD AMD/PAG SMK/AMD SMK
3. bl. 12:10 – 13:40 SMK AMD SIN AMD/SIN SMK
Fríkorter SIN AMD SIN AMD/SIN SMK
4. bl. 13:55 – 15:25 Fundur SIN
5. bl. 15:30 – 17:00 SIN JOS

Bøkurnar eru skrásettar í forritinum Aleph. Vit hava 10-talsskipanina, so at allar bøkur hava eitt nummar frá 0 til 100. Tó eru fagrar bókmentir bert merktar fb.

Filmar
Vit hava filmar á VHS og DVD. Spælifilmar eru skipaðir eftir máli: enskt, týskt, franskt, spanskt, danskt og norðurlendskt. Tað ber eisini til at leita í skrásetingini Moviemanager eftir evni t.d. rasima og kríggj.

Greinir og ummæli
Bókasavnið hevur útklipp úr føroyskum og donskum dagbløðum um bókmentir, tónleik, list og onnur evni. Bókavørðurin hevur “greinasavnið” í telduni hjá sær.

Lektiukafé er á økinum við bókasavnið. Les meira her

Landsbókasavnið, Býarbókasavnið, Klaksvíkar bókasavn og Bókasavnið við Løkin hava hald til m.a. Gale in Context: Highschool. Hetta er amerikanskur databasi gjørdur til miðnámsskúlanæmingar við hóp av keldutilfari. Landsbókasavnið viðmælir Gale: High School til m.a. breytaverkætanirnar. Skipanin er brúkaravinarlig, leitiskipanin er góð og eisini ber til at fáa umsett tilfar.

Landsbókasavnið skrivar um skipanina: Her finnur tú hóp av greinum í tíðarritum og avísum umframt ymisk skjøl, uppslagsverk, myndir og ljóð- og sjónbandafílur. Fyrst og fremst til skúlabrúks, men eisini er nógv her av almennum áhuga. Alfrøði og skjalasavn.

Neyðugt er at vera á einum av teimum omanfyri nevndu bókasøvnunum fyri at kunna nýta tænastuna.

Bókasavnið skipar fyri nógvum spennandi og viðkomandi tiltøkum. Fylg við á heimasíðuni, í kalendaranum og á skíggjunum.

E-bókasavnið hjá Glasi

Niðanfyri eru leinki til talgildar tænastur, sum eru viðkomandi og hentar. Nógvar eru tøkar uttan innritan.

Forfatterweb, Faktalink og Retriever (áður Infomedia) krevja innritan. Vel Unilogin > Lokalt login > Glasir > og rita inn við tínum Glasir-brúkara.

Øll bókasøvn í Føroyum eru ein partur av skipanini uttan Býarbókasavnið, sum hevur eina aðra skipan. https://landsbokasavnid.fo/?_l=fo

Landsbókasavnið hevur eina síðu við upplýsingum til miðnámsskúlanæmingar, m.a. uppgávuhjálp og Lítlu gullbókina um keldukritikk. https://landsbokasavnid.fo/midnam

Forsíðuna hjá Býarbókasavnium við leitiskipan. https://www.bbs.fo/

Her eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum bæði nýggjum og eldri, dagbløð/ avísir og tíðarrit.

https://retriever.dk/

Greinar um ymisk evni á donskum, skrivaðar av fakfólki og við góðum kelduávísingum. Gott til skúlabrúks og uppgávur.
https://faktalink.dk

Ein dátugrunnur við rithøvundaupplýsingum og einum løttum og greiðum inngangi til kend ritverk hjá barna-, ungdóms- og vaksnamannarithøvundum. Fyrst og fremst til skúlabrúks og til teirra, sum vilja vita meira um tað, sum tey lesa.

https://forfatterweb.dk

Tíðarrit.fo

Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit. Her er frí atgongd til 17 avísir og 25 tíðarrit, sum eru útkomin frá 1852 til 1999.

Greinar hjá føroyskum granskarum, umframt greinar um Føroyar (byrjað 2021). Landsbókasavnið er saman við Granskingarráðnum og Setrinum farið undir at samstarva um eina føroyska Pure-skipan. Føroyska Pure er ein skipan, har granskarar á føroyskum stovnum hava eina vangamynd, har tey kunna um teirra vísindaligu avrik.

Greinir, bøkur, framløgur o.a. hjá granskarunum, blíva eisini skrásettar í skipanini.

Er talan um tilfar, ið er Open Access, er beinleiðis atgond til tilfarið. Okkurt av tilfarinum er atkomuligt, um ein er knýtt/ur at einum stovni, sum er við í FRIS-samstarvinum. Er onkur grein, sum tit ikki fáa atgongd til, vinaliga skriva til Landsbókasavnið, ið síðani fær kannað, um møguleiki er at útvega tilfarið.

Síðan er á enskum og flestu leitorð eru á enskum, tó eru nøkur føroysk og donsk ímillum. Eisini brúkar skipanin sokallað fingramerki (fingerprint), har skipanin sjálv leggur afturat leitorð.

Pure-skipanin verður brúkt í nógvum londum av universitetum og granskingarstovnum til at lýsa granskingaravrik og vísindalig samstørv.

Í fyrstu syftu er vísindaligt tilfar frá Setrinum blivið skrásett, men aðrir stovnar, sum eitt nú Havstovan, eru nú eisini við í føroyska Pure.

https://www.pure.fo/

Almenni hagtalsmyndugleikin í landinum, sum kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk.

https://hagstova.fo/fo

Á síðuni ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Í 2023 var talan um 667 greinar síðani 1952. Eisini er yvirlit yvir allar bøkur sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út. Ætlanin er at leggja bøkur, sum eru eldri enn 2 ár ella ikki longur geva forlagnum inntøkur, frítt út.

Endamálið við hesi síðuni er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, í fleiri førum á føroyskum, men eisini á donskum og enskum.

Google Scholar finnur tilfarið, og tí ber til at leita á google eftir greinunum. Hetta ger, at føroyskt vísindatilfar, sum áður mest var at finna á bókasøvnum og bókagoymslum í Føroyum, nú gerst nógv meira sjónligt og atkomuligt hjá granskarum, lesandi og øðrum áhugaðum úr øllum heiminum.

Fróðskapur sp/f er universitetsbókaforlag, sum á almannagagnligum grundarlagi stendur fyri útgávu av vísindaliga tíðarritinum Fróðskaparrit og bókarøðunum Supplementa, Setursrit og Onnur Rit.

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Greinar í Fróðskaparritum verða lagdar frítt út, so hvørt tær eru javnlíkamettar (peer reviewed) av serfrøðingum og góðkendar til útgávu.

https://ojs.setur.fo/

Eldri útgávur av fróðskaparritinum Frøði, ið Fróðskaparfelag Føroya gevur út.

https://frodskaparfelag.fo/frodi/frodi-utgavur/

Heimasíða hjá Tjóðskjalasavninum. Á hesi heimasíðu er ymiskt tilfar um føroyska søgu. Talan er um skanningar av upprunakeldum, og harafturat keldur, sum eru miðlaðar, og skanningar av eldri prentlutum sum m.a. stuðla uppundir arbeiðið við upprunakeldum.

Her finnur tú: Kirkjubøkur, fólkateljingar, skiftiprotokollir, festiprotokollir, skansaprotokollir, lógir, viðgjørdar keldur og skjøl viðvíkjandi Føroyum á Ríkisskjalasavninum í Danmark.

https://history.fo/stutt-um-historyfo

FF blaðið Blað verka- og veiðimanna, árgangur 2002-2007.

https://olijacobsen.com/blad/

https://lex.dk

Danskt digitalt leksikon við yvir 230.000 greinum, sum eru skrivaðar av fakfólki og granskararum.

https://www.britannica.com

Encyclopædia Britannica er ein av heimsins elstu leksikon. Tað er stovnað í Edinburg í 1768, men verður í dag fyrst og fremst útgivið digitalt úr Chicago. Britannica er kent fyri sera haldgóðar og faktakannaðar greinar skrivaðar av serfrøðingum.  

https://ourworldindata.org

Ein non profit miðla- og granskingarsíða við hópin av altjóða data og gransking miðlað gjøgnum diagramm og kort. Endamálið er at lýsa heimsins stórstu trupulleikar sum fátækradømi, sjúkur, veðurlagsbroytingar og ójavnað í heiminum.

Joan Sørinardóttir
JOS
Bókavørður, undirvísari

Lærugreinar

Týskt ,  Religión

Samband

Sanna Maria Klein
SMK
Undirvísari, bókavørður

Lærugreinar

Danskt ,  Føroyskt ,  Mentanarfatan

Samband

Sigurd Nordendal
SIN
Undirvísari, bókavørður

Lærugreinar

Landafrøði
Anna-May Djurhuus
AMD
Undirvísari, bókavørður

Lærugreinar

Sálarfrøði ,  Søga
Paula Gaard
PAG
Undirvísari, bókavørður

Lærugreinar

Føroyskt

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.