
Bókasavnið
Bókasavnið á Glasi er á 2. hædd. Bókasavnið veitir næmingum og lærarum tilfar og hjálp til at leita eftir tilfari til uppgávur knýttar at undirvísingini.
Nógv tiltøk á skránni
Bókasavnið skipar fyri nógvum spennandi og viðkomandi tiltøkum. Fylg við á heimasíðuni, í kalendaranum og á skíggjunum.
Lektiucafé
Lektiukafé er á økinum við bókasavnið. Les meira her
Bøkurnar eru skrásettar í forritinum Aleph. Vit hava 10-talsskipanina, so at allar bøkur hava eitt nummar frá 0 til 100. Tó eru fagrar bókmentir bert merktar fb.
Filmar
Vit hava filmar á VHS og DVD. Spælifilmar eru skipaðir eftir máli: enskt, týskt, franskt, spanskt, danskt og norðurlendskt. Tað ber eisini til at leita í skrásetingini Moviemanager eftir evni t.d. rasima og kríggj.
Greinir og ummæli
Bókasavnið hevur útklipp úr føroyskum og donskum dagbløðum um bókmentir, tónleik, list og onnur evni. Bókavørðurin hevur “greinasavnið” í telduni hjá sær.
Leita eftir tilfari
Niðast á síðuni eru tveir knøttar.
Eini knøtturin – “Leita á landsbókasavninum” – leiðir teg til síðu, har tú kanst leita í øllum tí, sum finst á føroyskum bókasøvnum – ein tænasta undir Landsbókasavninum.
Hin knøtturin – Leita á ebi.fo – leiðir teg til Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti – EBI
Bókasavnið skipar árliga fyri tiltakinum “Bókin henda mánaðin”. Tað inniber, at tú kanst melda teg til at ummæla/viðmæla eina bók fyri tínum skúlafeløgum í hugnaliga og trygga umhvørvinum niðri á 2. hædd.
Gev øðrum lut í tínari lesiuppliving og melda teg til við at skriva til pag@glasir.fo