Í 2024 kanst tú søkja inn á niðanfyri hægri útbúgvingar á Glasi.

Marknaðarførslubúskapur – MBÙ. Lestrartíðin er 2 ár.

Professionsbachelor í Atjóða Handil og Marknaðarførsla – AHM. Lestrartíðin er 3½ ár.

HD1, har lestrartíðin er 2, ár ella HD1 og HD2, har lestrartíðin er 4 ár.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við Hægri Nám á Glasi, um tú hevur spurningar ella okkurt ivamál.

Á Hægri Námi fært tú

  • yrkisakademiska útbúgving á hægri støði
  • lestrar- og yrkisførleikar
  • innlit í og vitan um føroyskt vinnulív
  • serfrøðingavitan innan títt øki
  • møguleika at bjóða teg fram til spennandi størv við góðari løn

Á Hægri Námi bjóða vit

  • eitt spennandi lestrarumhvørvi við fjølbroyttum evnum
  • eitt mennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum verkætlanum
  • karmar fyri áhugaverdum verkætlanarferðum uttanlands

Á Hægri Námi sleppur tú at

  • arbeiða í toymum saman við øðrum lesandi
  • samstarva við vinnulív og stovnar um praktiskar loysnir
  • royna tíni evni í altjóða høpi, eisini uttanlands

Á Hægri Námi hava vit

  • ongar reyðar blokkar, einans kravdar verkætlanir
  • álit á, at tú gert títt besta, og vit hjálpa tær fegin
  • ábyrgd av egnari læring, har vit hjálpa hvørjum øðrum