Bókasavnið

Bókasavnið á Glasi á 2. hædd. Bókasavnið veitir næmingum og lærarum tilfar og hjálp við at leita eftir tilfari til uppgávur, knýttar at undirvísingini.

  • Upplatingartíðir í próvtøkutíðini

    Bókasavnið er opið hesar dagar frá kl. 9:00 – 13:00 í próvtøkutíðini

    Mánadagin 20. mai (SIN)
    Týsdagin 21. mai (PAG)
    Mikudagin 22. mai (PAG)
    Hósdagin 23. mai (AMD)

    Mánadagin 27. mai (AMD)
    Týsdagin 28. mai (SIN)
    Mikudagin 29. mai (AMD/PAG/SIN)

    Mánadagin 3. juni (SIN)
    Týsdagin 4. juni (SIN)
    Mikudagin 5. juni (AMD)

    Mikudagin 12. juni (PAG)
    Hósdagin 13. juni (AMD)
    Fríggjadagin 14. juni (PAG)

    Mánadagin 17. juni (SIN)
    Týsdagin 18. juni (PAG)

    Mánadagin 24. juni (AMD)
    Mikudagin 26. juni (AMD/PAG/SIN)

  • Vanligar upplatingartíðir

  • Bøkur til láns

    Bøkurnar eru skrásettar í forritinum Aleph. Vit hava 10-talsskipanina, so at allar bøkur hava eitt nummar frá 0 til 100. Tó eru fagrar bókmentir bert merktar fb.

  • Filmar og annað tilfar

    Filmar
    Vit hava filmar á VHS og DVD. Spælifilmar eru skipaðir eftir máli: enskt, týskt, franskt, spanskt, danskt og norðurlendskt. Tað ber eisini til at leita í skrásetingini Moviemanager eftir evni t.d. rasima og kríggj.

    Greinir og ummæli
    Bókasavnið hevur útklipp úr føroyskum og donskum dagbløðum um bókmentir, tónleik, list og onnur evni. Bókavørðurin hevur “greinasavnið” í telduni hjá sær.

    Leita eftir tilfari
    Í høgra borðið her á síðuni eru tveir knøttar.
    Fyrri knøtturin – Leita á bokasavn.fo – leiðir teg til síðu, har tú kanst leita í øllum tí, sum finst á føroyskum bókasøvnum – ein tænasta undir Landsbókasavninum.
    Seinni knøtturin – Leita á ebi.fo – leiðir teg til Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti – EBI