Onki úrslit

Próvtøkur

Her finnur tú tað nýggjasta, sum er komið viðvíkjandi próvtøkum og reglum. Samstundis verða nýggjastu royndar- og próvtøkuyvirlitini løgd út her á síðuni. Tað sama er galdandi fyri nýggjastu útgávur av próvtøkuvegleiðingum.

Tal av próvtøkum og ársroyndum

Á Yrkisnámi skipar skúlin sjálvur próvtøkur í samráð við Yrkisdepilin og Próvstovuna. Kunning um leistin fyri hesar próvtøkur verður send lærlingum og næmingum.

Skrivligar og munnligar próvtøkur og ársroyndir

Møtiskylda er til allar próvtøkur og ársroyndir. Um næmingur ikki møtir upp og ikki hevur lógliga orsøk til hetta, kann avleiðingin verða, at hann annaðhvørt ikki verður fluttur upp til næsta skúlaár ella, um talan er um seinasta árið á Glasi, fær næmingurin ikki endaligt prógv.

Lóglig orsøk til ikki at møta upp er t.d. sjúka ella onnur álvarslig viðurskifti kring næmingin. Er næmingur sjúkur, tá próvtøka skal haldast, skal læknaváttan fáast til vega og latast skrivstovuni sama dag. Serligt oyðublað liggur á skrivstovuni til hetta endamál.

Næmingurin skal sjálvur syrgja fyri at hava alt tilfar við, ið hann ynskir at nýta undir fyrireikingini til munnliga próvtøku, og til skrivligu próvtøkuna.

Internetatgongdin er avmarkað, tí mugu t.d. s- og ebøkur og annað tilfar verða lagt á telduna, áðrenn próvtøkuna soleiðis, at tað kann nýtast offline.

Tit verða biðin um at downloada kunningarfaldaran frá heimasíðu okkara á Glasi og leggja hann niður á tykkara teldu, so tit altíð kunnu kaga aftur í reglarnar undir próvtøkuni, um tað er eitthvørt tit koma í iva um.

Skrivlig próvtøka

Til skrivligu royndirnar skulu næmingar sita við próvtøkuborðið 30 minuttir, áðrenn royndin byrjar. Næmingar, ið koma aftaná, sleppa ikki inn til próvtøkuna uttan serligt loyvi frá próvtøkuábyrgdara.

Eingin kann fara frá próvtøkuni fyrsta tíman.

Undir skrivligu próvtøkunum er ikki møguleiki at roykja.Innlating fer fram talgilt umvegis Wiseflow. Allir næmingar fáa loyniorð og vegleiðing, sum liggur á próvtøkuborðinum hjá hvørjum einstøkum næmingi til hvørja skrivliga próvtøku.

Allir næmingar hava atgongd til eitt próvtøkunet, sum gevur atgongd til orðabøkur.

Longd fyrireikingartíð og próvtøkutíð

Næmingar kunnu – av ymsum umstøðum – hava tørv á eyka fyrireikingartíð ella longdari próvtøkutíð.  Skúlin kann tá bera so í bandi, at næmingar, sum hava tørv á tí, fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta teir við aðrar próvtakarar. Dømi um umstøður, sum kunnu geva serligar próvtøkuumstøður, eru eitt nú orðblindni, talblindni ella aðrir staðfestir trupulleikar, sum kunnu darva. Her skulu næmingar tosa við lestrarvegleiðara og Lesi- og skrivitænastan, sum taka sær av at leiðbeina um hetta.

Skrivligar próvtøkur – longd próvtøkutíð:

  • Sum meginregla verður í mesta lagi givið 25% afturat vanligu tíðini í eyka tíð til skrivligar próvtøkur.

Munnligar próvtøkur – longd fyrireikingartíð:

  • Um vanliga fyrireikingartíðin er hálvan tíma ella styttri kann næmingurin fáa dupulta fyrireikingartíð (+100%). Tvs. at um fyrireikingartíðin er 30 minuttir, so verður hon 1 tíma.
  • Um vanliga fyrireikingartíðin er longri enn hálvan tíma, kann næmingurin fáa longt fyrireikingartíðina við einari helvt (+50%). Tvs. at um fyrireikingartíðin er 1 tíma verður hon hálvanannan tíma – 1 tíma og 30 minuttir.

Rundskriv frá Mentamálaráðnum um serligar próvtøkuumstøður á miðnámi sæst her.

Teldur

Næmingur hevur sjálvur sína egnu teldu við til próvtøku. Tað er næmingsins ábyrgd og bert næmingsins, at telda og onnur tøkni riggar. Um telda ikki riggar, tá royndin byrjar, skulu uppgávurnar skrivast við hond, um talan er um skrivliga próvtøku.

Gevið gætur, at um hjálpiamboð, ið ikki eru loyvd til próvtøkuna, liggja á telduni, er hetta at rokna sum roynd at svika, og førir til burturvísing.

Kærur

Kærufreist er í seinasta lagi 7. dagin eftir, at próvtøkuúrtslitið er kunngjørt næminginum. Tosið við lestrarvegleiðara um hetta.

SJÚKRAROYND – oyðublað

Her er oyðublað at útfylla í sambandi við sjúku undir prótøku. Útfyll skjalið talgilt og send til teldupostadressuna, sum er upplýst í skjalinum (post@glasir.fo). Oyðublaðið kann heintast her

VEGLEIÐING: TÁ ILLGRUNI ER SVIK TIL PRÓVTØKU

Sambært Próvtøkukunngerðini skal próvtøkusvar vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar. Um próvdómari fær illgruna um, at næmingur hevur útvegað sær hjálp, hjálpt øðrum, latið avrik hjá øðrum inn sum sítt egna ella endurnýtt áður dømt avrik, skulu teir boða leiðara útbúgvingarstovnsins frá hesum. Umráðandi er, at próvdómarin í síni fráboðan vísir nágreiniliga á, hvat og hvar mistanki er um svik. Próvdómarin skal tó kortini próvdøma uppgávuna og geva próvtal. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal síðani kanna málið. Um staðfest verður, at viðkomandi próvtakari hevur svikað, skal hann vísast burtur frá próvtøkuni. Er avgerð rektarans hinvegin, at alt er farið rætt fram, verður givna próvtaliðstandandi.

Hetta merkir, at tað er uppgávan hjá próvdómaranum at vísa á illgruna og boða rektaranum í viðkomandi skúla, har próvtakarin hoyrir til, frá hesum og geva próvmet. Uppgávan hjá rektaranum er at kanna, um næmingurin veruliga hevur svikað. Hetta kann t.d. gerast við at kanna málið og tosa við næmingin. Verður illgrunin staðfestur, skal próvtakarin sum nevnt burturvísast frá próvtøkuni.

Viðmerkjast skal, at um rektarin tekur avgerð um burturvísing, er talan um avgerðsbrt. § 2 í fyrisitingarlógini, og tískil skal próvtakarin partshoyrast áðrenn avgerðin verður tikin. Harumframt skal avgerðin vera grundgivin, og próvtakarin skal vegleiðast um møguleikan at kæra avgerð rektarans til Mentamálaráðið.

MANNAGONGDIN Í STUTTUM:

  • Próvdómari fær illgruna um svik
  • Próvdómari gevur próvtal og skrivar frágreiðing
  • Próvdómarin sendur rektaranum próvtalið saman við frágreiðingini
  • Rektarin kannar málið og tekur avgerð
  • Próvtalið fellur burtur ella verður staðfest, alt eftir avgerð rektarans
  • Um avgerð rektarans er burturvísing, skulu fyrisitingarligar mannagongdir fylgjast. Tað vil siga, at næmingurin skal parthoyrast (við 5 daga hoyringsfreist), fáa grundgeving fyri avgerðini og fáa kæruvegleiðing
Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.