Onki úrslit

Próvtøkur

Her finnur tú tað nýggjasta, sum er komið viðvíkjandi próvtøkum og reglum. Samstundis verða nýggjastu royndar- og próvtøkuyvirlitini løgd út her á síðuni. Tað sama er galdandi fyri nýggjastu útgávur av próvtøkuvegleiðingum.

Tal av próvtøkum og ársroyndum

Á Yrkisnámi skipar skúlin sjálvur próvtøkur í samráð við Yrkisdepilin. Kunning um leistin fyri hesar próvtøkur verður send lærlingum og næmingum.

Skrivligar og munnligar próvtøkur og ársroyndir

Møtiskylda er til allar próvtøkur og ársroyndir. Um næmingur ikki møtir upp og ikki hevur lógliga orsøk til hetta, kann avleiðingin verða, at hann annaðhvørt ikki verður fluttur upp til næsta skúlaár ella, um talan er um seinasta árið á Glasi, fær næmingurin ikki endaligt prógv.

Lóglig orsøk til ikki at møta upp er t.d. sjúka ella onnur álvarslig viðurskifti kring næmingin. Er næmingur sjúkur, tá próvtøka skal haldast, skal læknaváttan fáast til vega og latast skrivstovuni sama dag. Serligt oyðublað liggur á skrivstovuni til hetta endamál.

Næmingurin skal sjálvur syrgja fyri at hava alt tilfar við, ið hann ynskir at nýta undir fyrireikingini til munnliga próvtøku, og til skrivligu próvtøkuna.

Internetatgongdin er avmarkað, tí mugu t.d. s- og ebøkur og annað tilfar verða lagt á telduna, áðrenn próvtøkuna soleiðis, at tað kann nýtast offline.

Tit verða biðin um at downloada kunningarfaldaran frá heimasíðu okkara á Glasi og leggja hann niður á tykkara teldu, so tit altíð kunnu kaga aftur í reglarnar undir próvtøkuni, um tað er eitthvørt tit koma í iva um.

Skrivlig próvtøka

Til skrivligu royndirnar skulu næmingar sita við próvtøkuborðið 30 minuttir, áðrenn royndin byrjar. Næmingar, ið koma aftaná, sleppa ikki inn til próvtøkuna uttan serligt loyvi frá útbúgvingarstjóranum fyri gymnasialt miðnám.

Eingin kann fara frá próvtøkuni fyrsta tíman.

Undir skrivligu próvtøkunum er ikki møguleiki at roykja.

Hvør næmingur fær sítt ávísta pláss til hvørja próvtøku. Plássávísingin verður løgd á Lesandi GM áðrenn próvtøkuna. Yvirlitið verður eisini kunngjørt á skúlanum.
Innlating fer fram talgilt umvegis eitt serligt tráðleyst net: Wiseflow. Allir næmingar fáa loyniorð og vegleiðing, sum liggur á próvtøkuborðinum hjá hvørjum einstøkum næmingi til hvørja skrivliga próvtøku.

Allir næmingar hava atgongd til eitt próvtøkunet, sum gevur atgongd til orðabøkur. Próvtøkunetið skrivligar próvtøkur eitur: Roynd2021. Loyniorðið til netið er Roynd2021.

Uppgávurnar verða latnar inn við pdf-skjali, og tí skulu tit duga at umgera ein Word-fíl til ein PDF-fil áðrenn próvtøkutíðarskeiðið byrjar.
Undantak er í lærugreinini Virkisbúskapi C, B og A. Uppgávusvarið skal vera ein Excel-fíla. Í virkisbúskapi skulu næmingar fyrst upploada eina PDF-fílu, har næmingurin skrivar: ”Mítt uppgávusvar er latið inn sum eykatilfar” og síðani senda uppgávuavrikið inn sum eina Excel-fílu undir ”Eykatilfar”.

Tá próvtøkan er endað, skal eitt eftirlitsfólk tilkallast. Næmingurin verður sitandi, til eftirlitsfólkið hevur kvittað fyri móttøku. Navn og síðutal, umframt samlað síðutal, skal verða tilskilað á allar síðurnar/ørkini. Næmingurin hevur ábyrgda fyri at útfylla próvtøkuumslagið og ørkini/papírini við røttu persónligu upplýsingum. Næmingurin hevur ábyrgdina av, at røttu síðirnar verða latnar inn í umslaginum, sum næmingurin eisini váttar fyri á umslagnum/upploada’ar í WISEflow.

Næmingur, ið er liðugur og ætlar sær úr próvtøkuhølunum, áðrenn próvtøkan er liðug, skal ikki sløkkja telduna, men beinan vegin seta seg í samband við próvtøkuvaktina, sum á Wiseflow eftirkannar, at næmingurin hevur latið inn. Próvtøkuvaktin skrásetir samstundis klokkutíðina fyri, nær næmingur hevur latið uppgávusvarið inn og nær næmingurin er farin úr hølinum.

Somuleiðis má næmingurin lata alt tilfar, teldan íroknað, verða verandi í próvtøkuhølunum, til próvtøkan er endaliga av og vaktirnar hava eftirkannað, at øll próvtøkusvar eru innlatin.

Teldur o.a. kunnu avheintast ½ tíma eftir, at alt er liðugt innlatið og upptalt.

GG: Einki samskifti er loyvt millum næmingar undir próvtøkuni. Einki samskifti við fólk uttanfyri próvtøkuhølini er loyvt. Um hetta kortini fer fram, er avleiðingin burturvísing frá próvtøkuni. Næmingar kunnu tá sleppa til nýggja próvtøku árið eftir.

Munnlig próvtøka og ársroynd

Raðfylgjan er sambært næmingalistanum í próvtøkuyvirlitinum. Vilja tit nakað annað, skulu tit í góðari tíð samráðast við lærara um aðra raðfylgju. Próvlærarin ger ein lista við tíðarfesting (møtitíðspunkt, fyrireikingartíðspunkt og próvtøkutíðspunkt), so tað t.d. sæst, hvør møtir áðrenn døgurðasteðg, hvør møtir aftaná, og nær tey síðstu skulu møta.

Tit skulu møta í góðari tíð áðrenn ásettu tíðina (umleið 20 min). Próvdómari kann nokta at próvhoyra næming, sum ikki er møttur til tíðina, um hetta førir til, at próvtøkan fer út um ásetta tíðarkarmin.

Ein munnlig próvtøka er ein samtala millum próvhoyrara og próvtakara, har próvtakarin leggur fyri, um einki annað er ásett.

Próvdómarin kann uttan loyvi frá próvhoyraranum seta próvtakaranum einstakar spurningar.

Staðfestur illgruni um óreglusemi við munnligar próvtøkur førir við sær burturvísing frá próvtøkuni. Tí skulu næmingar ikki samskifta við nakran undir fyrireikingini.T.v.s. heldur eingin netnýtsla og eingin fartelefonnýtsla.

Loyvt er at hava alt undirvísingartilfar við til fyrireiking (undantikið í teimum lærugreinum, har avmarkingar eru ásettar). Til sjálva próvhoyringina er einans loyvt at hava uppskriftirnar, sum eru gjørdar í fyrireikingarhølunum ella, um talan er um 24 tíma fyrireiking, uppskriftir, ið eru fyrireikaðar heima í hesum sambandi.

Ein beinleiðis upplestur av hesum handriti, telur niður í próvtøkudømingini.

Longd fyrireikingartíð og próvtøkutíð

Næmingar kunnu – av ymsum umstøðum – hava tørv á eyka fyrireikingartíð ella longdari próvtøkutíð.  Skúlin kann tá bera so í bandi, at næmingar, sum hava tørv á tí, fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta teir við aðrar próvtakarar. Dømi um umstøður, sum kunnu geva serligar próvtøkuumstøður, eru eitt nú orðblindni, talblindni ella aðrir staðfestir trupulleikar, sum kunnu darva. Her skulu næmingar tosa við lestrarvegleiðara og Lesi- og skrivitænastan, sum taka sær av at leiðbeina um hetta.

Skrivligar próvtøkur – longd próvtøkutíð:

  • Sum meginregla verður í mesta lagi givið 25% afturat vanligu tíðini í eyka tíð til skrivligar próvtøkur.

Munnligar próvtøkur – longd fyrireikingartíð:

  • Um vanliga fyrireikingartíðin er hálvan tíma ella styttri kann næmingurin fáa dupulta fyrireikingartíð (+100%). Tvs. at um fyrireikingartíðin er 30 minuttir, so verður hon 1 tíma.
  • Um vanliga fyrireikingartíðin er longri enn hálvan tíma, kann næmingurin fáa longt fyrireikingartíðina við einari helvt (+50%). Tvs. at um fyrireikingartíðin er 1 tíma verður hon hálvanannan tíma – 1 tíma og 30 minuttir.

Rundskriv frá Mentamálaráðnum um serligar próvtøkuumstøður á miðnámi sæst her.

Teldur

Næmingur hevur sjálvur sína egnu teldu við til próvtøku. Tað er næmingsins ábyrgd og bert næmingsins, at telda og onnur tøkni riggar. Um telda ikki riggar, tá royndin byrjar, skulu uppgávurnar skrivast við hond, um talan er um skrivliga próvtøku.

Gevið gætur, at um hjálpiamboð, ið ikki eru loyvd til próvtøkuna, liggja á telduni, er hetta at rokna sum roynd at svika, og førir til burturvísing.

Kærur

Kærufreist er í seinasta lagi 7. dagin eftir, at próvtøkuúrtslitið er kunngjørt næminginum. Tosið við lestrarvegleiðara um hetta.

SJÚKRAROYND – oyðublað

Her er oyðublað at útfylla í sambandi við sjúku undir prótøku. Útfyll skjalið talgilt og send til teldupostadressuna, sum er upplýst í skjalinum (post@glasir.fo). Oyðublaðið kann heintast her

VEGLEIÐING: TÁ ILLGRUNI ER SVIK TIL PRÓVTØKU

Sambært Próvtøkukunngerðini skal próvtøkusvar vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar. Um próvdómari fær illgruna um, at næmingur hevur útvegað sær hjálp, hjálpt øðrum, latið avrik hjá øðrum inn sum sítt egna ella endurnýtt áður dømt avrik, skulu teir boða leiðara útbúgvingarstovnsins frá hesum. Umráðandi er, at próvdómarin í síni fráboðan vísir nágreiniliga á, hvat og hvar mistanki er um svik. Próvdómarin skal tó kortini próvdøma uppgávuna og geva próvtal. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal síðani kanna málið. Um staðfest verður, at viðkomandi próvtakari hevur svikað, skal hann vísast burtur frá próvtøkuni. Er avgerð rektarans hinvegin, at alt er farið rætt fram, verður givna próvtaliðstandandi.

Hetta merkir, at tað er uppgávan hjá próvdómaranum at vísa á illgruna og boða rektaranum í viðkomandi skúla, har próvtakarin hoyrir til, frá hesum og geva próvmet. Uppgávan hjá rektaranum er at kanna, um næmingurin veruliga hevur svikað. Hetta kann t.d. gerast við at kanna málið og tosa við næmingin. Verður illgrunin staðfestur, skal próvtakarin sum nevnt burturvísast frá próvtøkuni.

Viðmerkjast skal, at um rektarin tekur avgerð um burturvísing, er talan um avgerðsbrt. § 2 í fyrisitingarlógini, og tískil skal próvtakarin partshoyrast áðrenn avgerðin verður tikin. Harumframt skal avgerðin vera grundgivin, og próvtakarin skal vegleiðast um møguleikan at kæra avgerð rektarans til Mentamálaráðið.

MANNAGONGDIN Í STUTTUM:

  • Próvdómari fær illgruna um svik
  • Próvdómari gevur próvtal og skrivar frágreiðing
  • Próvdómarin sendur rektaranum próvtalið saman við frágreiðingini
  • Rektarin kannar málið og tekur avgerð
  • Próvtalið fellur burtur ella verður staðfest, alt eftir avgerð rektarans
  • Um avgerð rektarans er burturvísing, skulu fyrisitingarligar mannagongdir fylgjast. Tað vil siga, at næmingurin skal parthoyrast (við 5 daga hoyringsfreist), fáa grundgeving fyri avgerðini og fáa kæruvegleiðing