Onki úrslit

Próvtøkur

Kunning um royndir og próvtøkur verður løgd út her á síðuni.

Galdandi próvtøkuvegleiðing við próvtøkuyvirliti er tøk her

Oyðiblað í sambandi við sjúku kann heintast her

Niðanfyri er kunning um mannagongdir og reglur í sambandi við próvtøku.

PRÓVTØKUYVIRLIT: SKRIVLIGU PRÓVTØKURNAR Á GYMNASIALUM MIÐNÁMI

Á hvørjum ári eru skrivligu próvtøkurnar frá síðsta skúladegi til fyrst í juni mánaði. Sí galdandi próvtøkuvegleiðing.

Yvirlit yvir próvtøkurnar finst í próvtøkuvegleiðingini sum er tøk her.

Til munnligu próvtøkurnar eru reglurnar, ið eru ásettar í námsætlanunum (www.namsartlanir.net) og reglurnar í próvtøkukunngerðini frá 22. januar 2013 við seinni broytingum, galdandi.

Vit skulu minna á, at tað er møtiskylda til allar próvtøkur og ársroyndir, sum eru fyriskipaðar. Tú ert tískil sum næmingur ikki leysur av skúlanum fyrr enn seinasta skúladag, sum er síðst í juni.

Er næmingur fráverandi til eina próvtøku, telur hettar við í fráveruuppgerðini, og kann næmingurin burturvísast, um viðkomandi áður hevur fingið skrivliga ávaring orsaka av fráveru.

Næmingur sum ikki møtir til eina próvtøku, má fara til próvtøku komandi próvtøkuskeið, sum sjálvlesandi.

PRÓVTØKUVEGLEIÐING

Faldarin er vegleiðandi og vendir sær serliga til næmingar á gymnasialum miðámi. Hesin vegleiðingarfaldarin nevnist “Próvtøkuvegleiðing” og er tøkur her.

 

Tal av próvtøkum og ársroyndum

3.s – 4 próvtøkur
øll upp í skrivligum føroyskum
3 munnligar próvtøkur
Í minsta lagi 1 á A-stigi, í mesta lagi 1 á C-stigi
Ársmet verður flutt til próvtal í hinum lærugreinunum.

Fyri at fáa gymnasialt miðnámsprógv skalt tú í minsta lagi havi verið til 8 endaligar próvtøkur.
Hetta er galdandi, um tú hevur 4 A-stigs fak.
Hevur tú 5 A-stigs fak, skalt tú til 9 endaligar próvtøkur, og hevur tú 6 A-stigs fak, skalt tú til 10 endaligar próvtøkur.
Fyri hvørt A-stigs fak, tú hevur meira enn neyðugt, fært tú á tínum prógvið faldað miðalkarakterin við 1,03

Á Yrkisnámi skipar skúlin sjálvur próvtøkur í samráð við Yrkisdepilin. Kunning um leistin fyri hesar próvtøkur verður send lærlingum og næmingum.

Á fyrireikingarbreytini skulu næmingar vanliga upp í øllum endaligum lærugreinum.
Á hug-, náttúru- og búskaparbreytini skulu allir næmingar hava í minsta lagi 8 skrivligar og munnligar próvtøkur tilsamans hesi trý árini, breytaverkætlanin ikki íroknað. Av hesum skulu næmingar helst hava 4 skrivligar próvtøkur, men ikki færri enn tríggjar. Hevur næmingur fleiri enn 4 A-stig, eru sjálvsagt eisini fleiri próvtøkur.

Hevur næmingur 1 ella 2 eyka lærugreinar á A-stigi, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10 próvtøkur.

Fyrsti próvtøkudagur er um 15. maj og seinasti próvtøkudagur er um 25. juni. Allar próvtøkur og ársroyndir verða kunngjørdar á seinasta undirvísingardegi.

Allir næmingar skulu hava havt tvær próvtøkur, tá annað árið endar.

Skrivligar og munnligar próvtøkur og ársroyndir

Møtiskylda er til allar próvtøkur og ársroyndir.

Lóglig orsøk til ikki at møta upp er t.d. sjúka ella onnur álvarslig viðurskifti kring næmingin. Er næmingur sjúkur, tá ið próvtøka skal haldast, skal hann boða skúlanum frá sum skjótast á telefon 616600, og læknaváttan latast skrivstovuni sama dag umvegis post@glasir.fo. Serligt oyðublað liggur á skrivstovuni og á glasir.fo/provtokur til hetta endamál.

Næmingurin skal sjálvur syrgja fyri at hava alt tilfar við, ið hann ynskir at nýta undir fyrireikingini til munnliga próvtøku, og til skrivligu próvtøkuna.

Internetatgongdin er avmarkað, tí mugu t.d. s- og ebøkur og annað tilfar verða lagt á telduna, áðrenn próvtøkuna soleiðis, at tað kann nýtast offline.

Tit verða biðin um at downloada próvtøkufaldaran frá heimasíðu okkara á Glasi og leggja hann niður á tykkara teldu, so tit altíð kunnu kaga aftur í reglarnar undir próvtøkuni, um tað er eitthvørt tit koma í iva um.

Skrivlig próvtøka

Til skrivligu royndirnar skulu næmingar sita við próvtøkuborðið 30 minuttir, áðrenn royndin byrjar. Næmingar, ið koma aftaná, sleppa ikki inn til próvtøkuna uttan serligt loyvi frá próvtøkuábyrgdara.

Eingin kann fara frá próvtøkuni fyrsta tíman.

Undir skrivligu próvtøkunum er ikki møguleiki at roykja.

Hvør næmingur fær sítt ávísta pláss til hvørja próvtøku. Innlating fer fram talgilt umvegis Wiseflow. Allir næmingar fáa loyniorð og vegleiðing, sum liggur á próvtøkuborðinum hjá hvørjum einstøkum næmingi til hvørja skrivliga próvtøku.

Allir næmingar hava atgongd til eitt próvtøkunet, sum gevur atgongd til orðabøkur. Próvtøkunetið skrivligar próvtøkur eitur: Roynd2025. Loyniorðið til netið er Roynd2025.

Uppgávurnar verða latnar inn við pdf-skjali, og tí skulu tit duga at umgera eina Word-fílu til ein PDF-fil, áðrenn próvtøkutíðarskeiðið byrjar.
Undantak er í lærugreinini Virkisbúskapi C, B og A. Uppgávusvarið skal vera eina Excel-fílu. Í virkisbúskapi skulu næmingar fyrst upploada eina PDF-fílu, har næmingurin skrivar: ”Mítt uppgávusvar er latið inn sum eykatilfar” og síðani senda uppgávuavrikið inn sum eina Excel-fílu undir ”Eykatilfar”.

Tá próvtøkan er endað, skal eitt eftirlitsfólk tilkallast. Næmingurin verður sitandi, til eftirlitsfólkið hevur kvittað fyri móttøku. Navn og síðutal, umframt samlað síðutal, skal verða tilskilað á allar síðurnar/ørkini. Næmingurin hevur ábyrgda fyri at útfylla próvtøkuumslagið og ørkini/papírini við røttu persónligu upplýsingum. Næmingurin hevur ábyrgdina av, at røttu síðirnar verða latnar inn í umslaginum, sum næmingurin eisini váttar fyri á umslagnum/upploada’ar í WISEflow.

Næmingur, ið er liðugur og ætlar sær úr próvtøkuhølunum, áðrenn próvtøkan er liðug, skal ikki sløkkja telduna, men beinanvegin seta seg í samband við próvtøkuvaktina, sum á Wiseflow eftirkannar, at næmingurin hevur latið inn. Próvtøkuvaktin skrásetir samstundis klokkutíðina fyri, nær næmingur hevur latið uppgávusvarið inn og nær næmingurin er farin úr hølinum.

Somuleiðis má næmingurin lata alt tilfar, teldan íroknað, verða verandi í próvtøkuhølunum, til próvtøkan er endaliga av og vaktirnar hava eftirkannað, at øll próvtøkusvar eru innlatin.

Teldur o.a. kunnu avheintast, tá próvtøkan er liðug, og próvtøkuhølið verður latið upp.

GG: Einki samskifti er loyvt millum næmingar undir próvtøkuni. Einki samskifti við fólk uttanfyri próvtøkuhølini er loyvt. Um hetta kortini fer fram, er avleiðingin burturvísing frá próvtøkuni. Næmingar kunnu tá sleppa til nýggja próvtøku árið eftir.

Munnlig próvtøka og ársroynd

Raðfylgjan er sambært næmingalistanum í próvtøkuyvirlitinum.  Vilja tit nakað annað, skulutit í góðari tíð samráðast við lærara um aðra raðfylgju. Próvlærarin ger ein lista við tíðarfesting (møtitíðspunkt, fyrireikingartíðspunkt og próvtøkutíðspunkt), so tað t.d. sæst, hvør møtir áðrenn døgurðasteðg, hvør møtir aftaná, og nær tey síðstu skulu møta.

Tit skulu møta í góðari tíð áðrennásettu tíðina (umleið 30 min). Próvdómari kann nokta at próvhoyra næming, sum ikki er møttur til tíðina, um hetta førir til, at próvtøkan fer út um ásetta tíðarkarmin.

Ein munnlig próvtøka er ein samtala millum próvhoyrara og próvtakara, har próvtakarin leggur fyri, um einki annað er ásett.

Próvdómarin kann uttan loyvi frá próvhoyraranum seta próvtakaranum einstakar spurningar.

Staðfestur illgruni um óreglusemi við munnligar próvtøkur førir við sær burturvísing frá próvtøkuni. Tí skulu næmingar ikki samskifta við nakran undir fyrireikingini.T.v.s. heldur eingin netnýtsla og eingin fartelefonnýtsla.

Loyvt er at hava alt undirvísingartilfar við til fyrireiking (undantikið í teimum lærugreinum, har avmarkingar eru ásettar). Til sjálva próvhoyringina er einans loyvt at hava noturnar, sum eru gjørdar í fyrireikingarhølunum ella, um talan er um 24 tíma fyrireiking, noturnar, ið eru fyrireikaðar heima í hesum sambandi.

Ein beinleiðis upplestur av hesum handriti, telur niður í próvtøkudømingini.

Longd fyrireikingartíð og próvtøkutíð

Næmingar kunnu – av ymsum umstøðum – hava tørv á eyka fyrireikingartíð ella longdari próvtøkutíð.  Skúlin kann tá bera so í bandi, at næmingar, sum hava tørv á tí, fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta teir við aðrar próvtakarar. Dømi um umstøður, sum kunnu geva serligar próvtøkuumstøður, eru eitt nú orðblindni, talblindni ella aðrir staðfestir trupulleikar, sum kunnu darva. Her skulu næmingar tosa við lestrarvegleiðara og Lesi- og skrivitænastan, sum taka sær av at leiðbeina um hetta.

Skrivligar próvtøkur – longd próvtøkutíð:

  • Sum meginregla verður í mesta lagi givið 25% afturat vanligu tíðini í eyka tíð til skrivligar próvtøkur.

Munnligar próvtøkur – longd fyrireikingartíð:

  • Um vanliga fyrireikingartíðin er hálvan tíma ella sttyttri kann næmingurin fáa dupulta fyrireikingartíð (+100%). Tvs. at um fyrireikingartíðin er 30 minuttir, so verður hon 1 tíma.
  • Um vanliga fyrireikingartíðin er longri enn hálvan tíma, kann næmingurin fáa longt fyrireikingartíðina við einari helvt (+50%). Tvs. at um fyrireikingartíðin er 1 tíma verður hon hálvanannan tíma – 1 tíma og 30 minuttir.

Rundskriv frá Mentamálaráðnum um serligar próvtøkuumstøður á miðnámi sæst her.

Teldur

Næmingur hevur sjálvur sína egnu teldu við til próvtøku. Tað er næmingsins ábyrgd og bert næmingsins, at telda og onnur tøkni riggar. Um telda ikki riggar, tá royndin byrjar, skulu uppgávurnar skrivast við hond, um talan er um skrivliga próvtøku.

Gevið gætur, at um hjálpiamboð, ið ikki eru loyvd til próvtøkuna, liggja á telduni, er hetta at rokna sum roynd at svika, og kann føra til burturvísing.

Kærur

Næmingurin kann kæra próvtøkur og próvtøl í seinasta lagi 7 dagar eftir, at próvtalið er kunngjørt næminginum, smb. §45 og §46 í próvtøkukunngerðini. Kæran skal stílast til rektaran, vera skrivlig og skal nágreiniliga lýsa veruligu umstøðurnar, sum sambært kæraranum eru orsøk til, at kæran eigur at vera gingin á møti.

SJÚKA Í SAMBANDI VIÐ PRÓVTØKU

Kann næmingur ikki møta til próvtøku orsakað av sjúku, skal hann ringja til skúlan beinanvegin um morgunin kl. 8 á próvtøkudegnum á telefon 616600. Skúlin skal sama dag hava eitt oyðublað, sum er fylt út, saman við eini læknanváttan, har læknin váttar, at næmingurin var sjúkur, tá ið próvtøkan var. Oyðublaðið kann heintast her.

Útfyll skjalið talgilt og send til teldupostadressuna post@glasir.fo

 

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.