
Miðnámsrit 4
Um blaðið
Góðu lesarar!
Her er fjórða Miðnámsrit. Í blaðnum eru seks greinir.
Olav hevur skrivað tvær greinir. Tann fyrra eitur Ársmet og opinleiki. Í greinini verður greitt frá, hvussu ein skúli í Føroyum hevur arbeitt við at skapa opinleika um ársmet, so næmingar frá skúlaársbyrjan vita, hvussu ármet verða givin. Tann seinna er um próvtals-stigar. Skúlaárið 2013 fóru miðnámsskúlarnir at brúka nýggja 7-talsstigan. Olav skrivaði 2010 grein um próvtalsstigar, sum nú er broytt og tillagað.
Á sosialu miðlunum verður dúgliga kjakast um læring og námsfrøðiligar spurningar. Tórður hevur havt viðtal við Ólav Ellefsen um facebook-bólkin Læring. Tórður hevur eisini grein um eysturríkska búskaparfrøðingin Joseph Alois Schumpeter og íverksetaran.
Jákup Andreasen skrivar um Fiskivunnuskúlan, sum hevur 25 ár á baki. Í løtuni verður Marknagilsdepilin bygdur, har greitt er, at vit fáa ein depilsstjóra. Í Norðstreymi, Eysturoy og Norðoyggjum er ikki greitt, hvussu verður við leiðslubygnaðinum. Hjalmar Hansen skrivar um hesi viðurskifti og um Føroya Handilsskúla á Kambsdali, sum eisini hevur 25 ár á baki, har hann eisini lítur aftur á hesi 25 árini.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit
Ársmet og opinleiki, Olav Absalonsen 3
Próvtalsstigar, Olav Absalonsen 12
Læring á facebook – viðtal við Ólav Ellefsen, Tórður Johannesarson 18
Fiskivinnuskúlin 25 ár á baki, Jákup Andreasen 19
Joseph Alois Schumpeter, Tórður Johannesarson 23
Føroya Handilsskúli á Kambsdali 25 ár, Hjalmar Hansen 26
Tak niður sum PDF