Kantinan á Glasi
Vælkomin og væl gagnist
Kantinan á Glasi er savningarstaðið í steðgunum. Vit savnast um mat og eta saman – men nú korona-smittan er í samfelagnum er neyðugt, at vit vísa fyrilit fyri hvør øðrum og fylgja leiðreglunum um frástøðu og reinføri.
Umframt heitan døgurða, sum er millum kl. 11:15 og 12:3o, hava vit økt um úrvalið av skundverðum, tvíflísum, langbreyðum og øðrum. Hetta ger, at tit skjótari fáa keypt matin og samstundis hildið leiðreglurnar um frástøðu.
Gjalding
Fyri at minka um smittuvanda nýta vit ikki reiðan pening í kantinuni. Til ber at gjalda við korti, telefon (talgilt kort) ella lyklaflís (starvsfólk).
Egnan kopp
Fyri at minka um spill og burturkast nýta vit ikki einnýtiskoppar í kantinuni á Glasi. Ístaðin nýta vit egnan kopp. Hetta hjálpir bæði umhvørvinum, avruddingar- og uppvaskifólkunum og minkar um smittuvanda. Tú kanst hava egnan kopp ella drekkifløsku við ella keypa endurnýtslukopp (20 kr.) ella termokopp við loki (59 kr.) í kantinuni. Tit kunnu sjálvsagt eisini keypa drykk á fløsku – vatn, djús, sodavatn – í kantinuni fyri sámuligar prísir.