Onki úrslit

Ger skúlatíðina lættari

Tá tú søkir um upptøku á Glasi, hevur tú møguleika at upplýsa um møguligar lesi- og/ella skrivitrupulleikar. Við at gera vart við trupulleikarnar longu í umsóknini, gerst tað møguligt hjá lestrarvegleiðingini og LST at seta røttu tiltøkini í verk frá byrjanini av skúlagongdini.  

Slík tiltøk kunnu vera t.d. hjálp at heinta lesi- og skriviforrit til tínar talgildu eindir og undirvísing í at brúka forritini. Lesi- og skrivitøkni gevur tær møguleika at minka um ta orku, sum lesing og skriving krevur og betrar samstundis fortreytirnar fyri at nema tær vitan gjøgnum tekst og at miðla tína vitan skrivliga. 

Harafturat fært tú eisini kunning um møguleikar í øðrum talgildum amboðum, sum vit viðmæla at brúka, og hvussu tú kanst brúka serkunnleikan í LST til tín fyrimun. 

Alt hetta ger leiðina frá skúlabyrjan til prógv – við dysleksi – lættari.