Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Lesi- og skriviavbjóðingar
Upplivir tú ofta, at tú hevur størri avbjóðingar enn floksfelagarnir við lesa og skriva í sambandi við tína skúlagongd? So kann talan vera um sokallaðar lesi- og skriviavbjóðingar. Hetta kann merkjast uppá fleiri mátar, m.a. við:
- at lesingin gongur seint
- at tað er ringt at minnast og skilja tekst
- at tað er torført at orða seg skrivliga
- at tað er ringt at skipa tekst
Avbjóðingarnar kunnu vera ógvuliga ymiskt grundaðar.
Eru lesi- og skriviavbjóðingar tað sama sum dysleksi?
Dysleksi (orðblindi) er ein viðføddur, spesifikkur innlæringartrupulleiki, ið ger, at tað er trupult at læra at kobla bókstav og ljóð saman. Hesin grundleggjandi trupulleikin kann vísa seg ymiskt, so hvørt sum krøvini til lesing, staving og skriving økjast.
Hóast talan ikki er um dysleksi, kann lesing og skriving vera avbjóðandi. Orsøkin kann vera vantandi royndir við at lesa og/ella skriva. Harumframt kann orsøkin vera niðursett orðafeingi, bendingartrupulleikar, at tað er trupult at minnast tað, tú hevur lisið, annað móðurmál enn føroyskt, ADHD, angist, PTSD o.s.fr.
Er hjálp at fáa á Glasi?
Um tú upplivir, at lesi- og skriviførleikarnir ikki eru nøktandi, fyri at røkka fakligu krøvunum, mæla vit tær til at venda tær til okkum í LST. Saman finna vit útav, hvørjir møguleikar eru fyri stuðli til at lætta um avbjóðingarnar.