Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Hvat kann eg gera?
Í sambandi við skiftið frá fólkaskúla til miðnám ella yrkisnám, kunnu lesi- og skrivitrupulleikarnir viðhvørt kennast meira umfatandi. Tekstirnir í fakunum gerast torførari og innihalda fleiri fakorð, enn tú ert von/vanur við. Tað er tí týðandi at fara undir uppgávur og heimaarbeiði í góðari tíð og at brúka ta hjálp, sum er tøk. – t.d. í Lesi- og Skrivitænastuni (LST) og lektiukaféini.
Um tú ikki hevur lært at brúka lesi- og skrivitøkni, viðmæla vit, at tú vendir tær til LST, so tú kanst fáa viðkomandi forrit installeraði á tinar eindir, og læra at brúka tey.
Lesi- og skrivitøkni kann vera ein stór hjálp til at nøkta lesi- og skrivikrøvini í fakunum. Eisini kunnu hesi amboðini vera við til at minka um tíðar- og orkukrøvini, sum standast av skúlaarbeiðinum. Tað er týdningarmikið at byrja skjótast gjørligt eftir skúlabyrjan at brúka forritini dagliga í skúlanum og til heimaarbeiði og brúka tey gjøgnum alla skúlagongdina.
Fyri at fáa fult gagn av forritunum til próvtøkur og størri uppgávur er neyðugt at tú ert von/vanur at brúka forritini og kennir teg tryggan við tey.
Les meira um lesi- og skrivitøkni og onnur góð talgild amboð.
Tað er gott at tosa við læraran hjá tær um tað, um tú t.d. hevur trupulleikar við at fáa onkran tekst ella uppgávur í fakinum lisnan upp við lesi- og skrivitøkni, so tit saman kunnu finna útav, hvussu hetta kann loysast. Í hesum førum ber eisini til at venda sær til LST, og vit hjálpa fegin.
Notur eru ein týðandi partur av at stuðla innlæringini og minninum av undirvísingini í tímunum, og tí tilfari, sum tú arbeiði við heima. Tað finnast nógvir mátar at gera notur, t.d.: at tosa tekst inn, skriva, brúka symbolir/emojis, gera ljóðupptøku, video. Finn tann mátan, sum hóvar tær best – tað kann vera ymiskt, alt eftir hvat fak og tilfar, talan er um.
Her finnur tú skabelónir og vegleiðingar til at gera ymisk sløg av notum.
Skúlin skipar fyri lektiukafé flestu dagar í vikuni. Har kanst tú sum næmingur fáa hjálp til heimaarbeiði. Lektiukaféin er mannað við faklærarum og ávísar dagar eisini orðblindalærarum frá LST. Les meira um lektiukaféina her.
Á bókasavninum á Glasi kunnu bókavørðarnir hjálpa tær at finna tilfar til skrivligar uppgávur og annað í sambandi við undirvísingina.
Sí meira kunning um bókasavnið, upplatingartíðir o.a. her.
Eisini kanst tú brúka títt lánaranummar frá bókasavninum á Glasi til at lána e-bøkur og ljóðbøkur á eReolen og eReolen Global.
Les meira um eReolen og eReolen Global á síðuni “Góð talgild amboð”.
Til próvtøkur hevur tú møguleika at søkja um longda tíð, og at uppgávur og tekstir eru OCR-viðgjørd, so tað ber til at fáa hetta lisið upp fyri tær við lesi- og skrivitøkni. Tú søkir um hetta í LST. Minst til at søkja í góðari tíð, áðrenn próvtøku.