CD-ORÐ
CD-ORÐ er eitt lesi- og skriviforrit. Tað er eitt hjálparamboð til tín, sum hevur trupulleikar við at lesa og/ella skriva orsakað av til dømis dysleksi.
Forritið kann brúkast á teldum við Windows-stýrisskipan og virkar offline og er tøkt til 2025. IntoWords er komið ístaðin fyri CD-ORÐ.
Hvat kann eg brúka CD-ORÐ til?
Við CD-ORÐ kanst tú fáa tekst lisnan upp fyri tær, goyma tekst sum ljóðfílu, fáa hjálp til at stava torfør orð og annað.

Hesi mál eru tøk í CD-ORÐ: Føroyskt, danskt, norskt bókmál, svenskt, enskt, franskt, týskt og spanskt.
CD-ORÐ hevur fleiri av somu møguleikum sum IntoWords. Les meira um IntoWords og møguleikarnar við forritinum her.
Hjálp í LST
Fyri at fáa sum mest burturúr nýtsluni av CD-ORÐ, mæla vit til, at tú setir teg í samband við okkum í Lesi- og skrivitænastuni, so vit kunnu ráðgeva og hjálpa tær at málrætta stillingar og brúk av forritinum eftir tínum tørvi.
Videovegleiðingar til CD-ORÐ
Føroyskar frá LST, Glasir, til CD-ORÐ á Windows
Danskar frá Vitec til CD-ORÐ
PDF-vegleiðing til CD-ORÐ
Heinta føroyska vegleiðing frá LST, Glasir, til CD-ORÐ

Heinta CD-ORÐ
Heinta CD-ORÐ her.