Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Tala-til-tekst á føroyskum
Við talu-til-tekst kanst tú gera notur við at tosa inn tað, sum tú ynskir at skriva, trýsta á ein knøtt, og talan verður viðgjørd og skrivað sum tekstur í ein teig. Tú kanst kopiera tekstin og seta hann inn har tú vilt – t.d. Word, OneNote osfr.
Tað eru tveir møguleikar at brúka talu-til-tekst á føroyskum:
- VoisIT – app til smartphone, iPad og nógvar Mac-teldur frá 2020 og seinni
- “Talukennari til kaga (beta)” til Windows og Mac-teldu
VoisIT
iSolveIT hevur ment ein føroyskan talukennara úr tilfarinum frá Ravnur verkætlanini. Appin eitur VoisIT.
Appin er tøk til Android og iPhone/iPad.
Heinta VoisIT ókeypis:
- til iPhone/iPad
- til Android
VoisIT á Mac-teldu
Um tín Mac-telda hevur M1- ella M2-chip, er møguligt, at tú kanst brúka VoisIT-appina beinleiðis á tínari Mac-teldu. Nógvar av nýggjaru Mac-teldunum frá 2020 og seinni hava hendan møguleikan.
Møguleikin at heinta VoisIT á Mac-telduna er treytaður av, at tú frammanundan hevur VoisIT-appina inni á tínari iPhone.
Soleiðis heintar tú VoisIT á Mac-teldu:
- Rita inn við tínum Apple-id
- Opna App Store og vel títt kontunavn niðast í vinstra horni
- Vel “iPhone and iPad apps”
- Rulla niður til tú finnur VoisIT á listanum
- Vel VoisIT
Prei
Besta úrslitið fæst við at halda mikrofonina á telefonini/teldlinum tætt at munninum ella brúka mikrofon á hoyritelefonum, tá tú tosar tekst inn.
Videovegleiðing og videobrot
“Talukennari til kaga (beta)”
Við “Talukennara til kaga (beta)” ber til at tosa tekstin inn umframt at gera styttri ella longri ljóðfílur til tekst.
Heimasíðan riggar bert á Windows og Mac-teldum, ikki á smartphone ella teldli.
Fyrstu ferð tú brúkar talu-til-tekst-funktiónina tekur tað longri tíð hjá forritinum at viðgera taluna, enn tað annars ger hareftir. Bert ein viðgerð kann gerast í senn. Tískil kanst tú fáa boð um, at tín umbøn um viðgerð er í kø, um talukenning av ljóðupptøku ella ljóðfílu frá øðrum brúkara er í gongd.
Tænastan er ókeypis og hevur fría atgongd.
Les meira um “Talukennara til kaga (beta)” her.
Prei
Besta úrslitið fæst ofta við at brúka leysa mikrofon ella mikrofon á hoyritelefonum, tá tú tosar tekst inn.
Videovegleiðing