Onki úrslit

Funkur og møguleikar í IntoWords*

Sum brúkari av IntoWords kanst tú gera tær vangar til ymisk endamál – til dømis at lesa ella skriva í ávísum fakum, málum osfr.  

Í IntoWords eru tó eisini vangar, ið liggja klárir at brúka, har rødd, lesiferð og annað longu er stillað til ávís endamál. 

Niðanfyri er lýsing av ymiskum funktiónum í IntoWords.

*CD-ORÐ hevur fleiri av somu møguleikum sum IntoWords.  

Upplestur

Tú kanst fáa talgildan tekst lisnan upp fyri tær, bæði fílur (t.d. Word og PDF) goymdar á talgildu eindini hjá tær ella online.

Mál, rødd, lesiferð stillar tú sjálv/sjálvur, eins og teksturin kann litmerkjast eftir egnum vali, so hvørt hann verður lisin upp – t.d. orð, setningur ella tekstbrot.

Eisini ber til at fáa orð og/ella setningar lisnar upp fyri tær, so hvørt sum tú skrivar.

Alt hetta verður stillað eftir tínum tørvi, sum kann vera ymiskur alt eftir, hvørjum tú arbeiðir við.

Ger tekst til ljóðfílu

Fílur við teksti (eisini PDF-fílur) kunnu goymast sum ljóðfílur við máli, rødd og lesiferð, sum tú velur frammanundan.

Hesar fílur verða goymdar sum mp3-fílur, so tú kanst lurta eftir teimum á til dømis teldu, teldli ella smartphone.

OCR-viðgerð

OCR stendur fyri Optical Character Recognition.

Fyri at talgildur tekstur skal kunna verða lisin upp, er neyðugt, at forritið kann lesa hann.

Í stuttum merkir hetta, at forritið, sum skal lesa tekstin, kennir bókstavir og tekst aftur í hesum talgilda formatinum, og ikki “sær” tað sum eina mynd.

Hetta krevur, at teksturin er OCR-viðgjørdur. Hetta kanst tú gera í IntoWords.

Tala-til-tekst

Hendan funkan finst í IntoWords, men tó ikki á føroyskum.

Tú trýstir á mikrofonina á breddanum inni á forritinum, sigur tað, sum tú vilt skriva, steðgar upptøkuni, og síðani skrivar forritið beinanvegin tað, sum tú júst hevur sagt, sum tekst.

Til ber at tosa tekstin inn á teimum ymsu málunum, sum tú hevur atgongd til í forritinum, undantikið á føroyskum.

Orðauppskot

Um tú ivast í, hvussu eitt orð stavast, kann funktiónin “Orðauppskot” geva tær ein lista við uppskotum til orð, meðan tú skrivar. Hesi orðini kunnu verða lisin upp fyri tær, um tey eru torfør at lesa. Síðani velur tú rætta orðið og setur tað inn í tekstin við at klikkja á tað. Orðið stendur nú rætt stavað í tekstinum.

Til ber at velja, um forritið bert skal skjóta upp orð grundað á teir bókstavir, sum tú skrivar, ella um tað eisini skal takast hædd fyri møguligum stavivillum í tí, sum tú skrivar.

Harumframt ber til at velja, um forritið skal geva uppskot til næsta orðið í tekstinum, grundað á samanhangin.

Yrkisorðabók

Hvørji orð, tú hevur tørv á at skriva og stava, kann skifta alt eftir, hvat fak og/ella evni talan er um. Til ber at innflyta yrkisorðabøkur í IntoWords til at víðka listan við orðauppskotum til tað ávísa evnið ella fakið, tú skrivar um.

Umseting

Hesin møguleikin finst bert í IntoWords, men tó ikki á føroyskum.

Hendan funktiónin kann aktiverast, um “Orðauppskot” eisini er aktiverað.

IntoWords kann umseta eitt orð, sum tú skrivar á einum máli til eitt annað mál. Tú velur, hvørji hesi mál skulu vera. Orðið verður umsett og víst í einum teigi fyri seg, tá tú trýstir á millumrúmsknappin, eftir at tú hevur skrivað orðið á tí málinum, orðið skal umsetast frá.

Tú kanst fáa umsetta orðið lisið upp og velja at seta tað inn ístaðin fyri orðið, sum tú hevur skrivað, við at klikkja á umsetta orðið.