Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
IntoWords
IntoWords er eitt lesi- og skriviforrit. Tað er eitt hjálparamboð til tín, sum hevur trupulleikar við at lesa og/ella skriva orsakað av til dømis dysleksi.
Forritið fæst í fimm ymiskum útgávum: IntoWords til Cloud, Windows, Mac, IOS og til Android.
Sum næmingur á Glasi kanst tú ókeypis heinta tey forrit, ið tú ynskir. Sí leinki niðast á síðuni.
IntoWords á fleiri eindum
Um tú hevur lagt IntoWords inn á fleiri av tínum talgildu eindum, verða vangastillingar og annað, sum tú gert í IntoWords á einari talgildari eind (t.d. Windows-teldu), sjálvvirkandi synkroniseraðar við IntoWords á hinum eindunum hjá tær (t.d. Iphone).
Hvat kann eg brúka IntoWords til?
Við IntoWords kanst tú fáa tekst lisnan upp fyri tær, goyma tekst sum ljóðfílu, fáa hjálp til at stava torfør orð, fáa stuðul til at skriva tekstir við til dømis skriviskabelónum og annað.
Hesi mál eru tøk í IntoWords: Føroyskt, danskt, norskt bókmál, svenskt, enskt, franskt, týskt og spanskt.
Les meira um IntoWords og møguleikarnar við forritinum. Sí samlað yvirlit á heimasíðuni hjá veitaranum.
Hjálp í LST
Fyri at fáa sum mest burturúr nýtsluni av IntoWords mæla vit til, at tú setir teg í samband við okkum í Lesi- og skrivitænastuni, so vit kunnu ráðgeva og hjálpa tær at málrætta stillingar og brúk av forritinum eftir tínum tørvi.
Videovegleiðingar til IntoWords
Føroyskar frá Snar
Danskar frá Vitec til IntoWords, IntoWords IOS og IntoWords Android.
Heinta IntoWords
Heinta IntoWords frá danska veitaranum, Vitec.