SKILHALDSREGLUR Á GLASI

Lestrar- og skilhaldsreglur verða settar í gildi fyri at geva øllum næmingum skúlans góðar umstøður at virka undir. Lestrar- og skilhaldsreglurnar lýsa mannagongdir skúlans, skyldur næmingsins og hvørji agatiltøkini kunnu verða, um næmingurin ikki heldur hesar skyldur.

Skilhaldsreglurnar niðanfyri eru dagførdar 5. september 2019.

  • Lestrarskyldur

    Á Glasi hava allir næmingar møtiskyldu alt skúlaárið. Næmingar hava skyldu at møta til allar próvtøkur og royndir, sum skúlin skipar fyri.

    Á gymnasialum miðnámi og FHS er skúlaárið frá august og fram til og við seinasta skúladag, sum plagar at liggja síðst í juni. Ársroyndir og próvtøkur liggja í juni. Hesar verða kunnaðar næmingunum seinasta undirvísingardag í mai. Hesir ársroyndar- og próvtøkudagar kunnu broytast. Tí er tað alneyðugt, at næmingarnir skilja, at teir eru ikki leysir av skúlanum fyrr enn seinasta skúladag. Hesin dagurin sæst í kalendaranum á heimasíðu skúlans www.glasir.fo

    Á  tekniskum yrkisnámi er skúlaárið frá august til januar og í ávísum førum til juni. Próvtøkur liggja í desember/januar og mai/juni. Hetta verður kunnað nærri um við skúlaársbyrjan og mitt í november og mai – og sæst í kalendaranum á heimasíðu skúlans www.glasir.fo.

  • Frávera

    Næmingurin hevur skyldu at møta til alla undirvísing rættstundis og at lata allar uppgávur inn rættstundis. Um næmingurin er millum 5 og 20 minuttir ov seinur, verður næmingurin skrásettur sum ov seinur (næmingurin fær gulan blokk). Um næmingurin er meira enn 20 minuttir ov seinur, verður næmingurin skrásettur sum frá verandi (næmingurin fær reyðan blokk). Tá næmingurin er skrásettur sum ov seinur til tríggjar blokkar, verður skrásetingin broytt til fráveru í ein blokk.

    Um næmingurin ikki letur uppgávu inn rættstundis, verður hon skrásett sum mist næmingatíð ella sum skrivlig frávera.

    Fyri at næmingurin skal kunna leggja skrivliga arbeiðið til rættis, skal lærarin í seinasta lagi seta næminginum uppgávuna 7 dagar, áðrenn uppgávan skal latast inn. Um uppgávan er mett til 4 tímar næmingatíð ella meira, skal uppgávan setast næminginum í seinasta lagi 14 dagar áðrenn, hon skal latast inn.

    Agatiltøkini fyri fráveru, veri tað seg vegna vantandi uppmøting ella vantandi innlatingar, eru tey somu.

    Um fráveran, tá loyvd frávera er trekt frá, samanlagt fer upp um 10% samlað ella upp um 15% í einari lærugrein, fær næmingurin skrivliga námsfrøðiliga ábreiðslu fyri brot á lestrar- og skilhaldsreglur skúlans og boð um at tosa við lestrarvegleiðingina. Um ábreiðslan ikki verður tikin til eftirtektar, verður skrivlig ávaring givin.

    Um næmingurin hevur fráveru, sum samanlagt er 20% ella hægri, kann fráboðan verða send Studna um, at næmingurin ikki er lestrarvirkin. Næmingurin verður mettur at vera lestrarvirkin aftur, um fráverðuuppgerðir seinni vísa hetta.

    Verður skrivliga ávaringin ikki tikin til eftirtektar, kann næmingurin verða burturvístur. Er talan um lærling, sum verður burturvístur, fellur lærusáttmálin burtur.

    Í teimum førum fráveran er serliga stór í einstakari endaligari lærugrein við ársenda, hóast hon er undir 10% tilsamans, kann rætturin at luttaka í og fara upp til próvtøku í hesari lærugrein vera tikin aftur. Næmingurin kann flyta upp í næsta flokk, men kann ikki fara til próvtøku í raktu lærugreinunum fyrr enn árið eftir.

    Um skúlin nýtir agatiltøk móti næmingi, sum er undir 18 ár, verða foreldur/avvarðandi kunnað. Er talan um lærling, verður lærumeistarin kunnaður.

  • Andalig frávera

    Næmingurin hevur skyldu at vera fyrireikaður og at taka lut í undirvísingini.

    Um næmingurin sjónliga ikki luttekur í undirvísingini, eigur lærarin at gera næmingin varugan við hetta. Um hetta ikki vísir seg at hjálpa, og lærarin metir hetta órógva undirvísingina, hevur lærarin heimild til at koyra næmingin úr undirvísingarhølinum, og skráseta næmingin sum fráverandi.

  • Avskriving

    Øll skrivlig avrik skulu vera næmingsins egnu. Um prógvast kann, at næmingurin letur avskrivað avrik inn, verður uppgávan skrásett sum mist næmingatíð. Avskriving verður revsað við burturvísing frá skúlanum í upp til 10 dagar, og næmingurin verður skrásettur sum fráverandi.

  • Gjøld

    Næmingar hava skyldu at gjalda øll gjøld rættstundis, sum skúlin ella myndugleikarnir áleggja teimum.

  • SKILHALDSSKYLDUR

    Royking
    Royking er bannað á øllum økjum Glasis.

    Rúsevni og rúsdrekka
    Tað er strangliga bannað at verða ávirkaður av rúsevnum ella rúsdrekka á Glasi.

    Sámiligur atburður
    Happing, niðrandi tala og sálarligur- og likamligur harðskapur verður undir ongum umstøðum toldur millum næmingar ella starvsfólk á Glasi. Heitt verður á øll um at boða leiðslu ella lestrarvegleiðing frá, um tey halda, at ósámiligur atburður fer fram.

    Herverk
    Herverk verður undir ongum umstøðum tolt. Herverk, sum er brot á revsilógina, verður meldað til avvarðandi myndugleika.

    Brot á skilhaldsskyldurnar um royking, sámiligan atburð, rúsevni, rúsdrekka og herverk verður revsað við burturvísing frá skúlanum í upp til 10 dagar, og næmingurin verður skrásettur sum fráverandi.

    Myndir og upptøkur
    Ikki er loyvt at taka myndir ella upptøkur av næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.

    Matur og drekka
    Tað er ikki loyvt at eta í undirvísingarhølunum. Mat, sum krevur borðisk og borðbúna, skulu næmingarnir eta í kantinuøkinum.

    Rudding
    Vit hava øll skyldu at halda skúlan og økið kring skúlan nossligt. Skúlastovur skulu ruddast eftir hvønn blokk. Seinnapartin skulu stólarnir heingjast undir borðini eftir hvønn blokk. Vit hava øll skyldu at rudda upp eftir okkum sjálvum inni í kantinuni og í økinum í og kring skúlan.

  • Mannagongd í sambandi við loyvda fráveru hjá næmingum, ið umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan.

    Næmingar, ið eru útvaldir at umboða Føroyar í altjóða kappingum ella tiltøkum innan ítrótt, list ella mentan, kunnu sambært ‘Rundskrivi um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum’ frá 27. oktobur 2016 søkja um loyvi at fáa loyvda fráveru frá skúlanum upp til í mesta lagi 10 skúladagar/skúlaár. Umsóknir um loyvda fráveru í sambandi við at umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan, kunnu verða játtaðar, treytað av, at:

    • Næmingurin umboðar Føroyar í altjóða kapping ella tiltaki innan ítrótt, list ella mentan.
    • Næmingurin røkir skúlan til fulnar, tvs. 1) møtir væl upp og 2) letur væl inn – eisini tað, ið skal latast inn í fráverutíðarskeiðinum – og 3) annars heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans.
    • Umsóknin verður send til post@glasir.fo. Í umsóknini skal verða greitt frá tiltakinum og leiklutinum sum næmingurin hevur í kappingini ella tiltakinum og harvið greitt frá, hvussu næmingurin umboðar Føroyar í kappingini ella tiltakinum. Næmingurin sendir sjálvur umsóknina, har váttan fyri úttøku frá felagnum er viðfest. Skjalið, felagið skal útfylla, fæst her
    • Umsóknin verður latin inn í góðari tíð – tvs. í seinasta lagi tvær vikur fyri tíðarskeiðið, hann søkir um. Um talan er um fráveru í ársroyndar-/próvtøkutíðarskeiði, má umsóknin sendast í seinasta lagi 1. mai.

    Mett verður í hvørjum einstøkum føri, hvørt næmingurin lýkur hesar treytir. Ger hann ikki tað, verður umsóknin ikki gingin á møti, og verður hann skrásettur sum fráverandi, um so er, hann kortini velur at fara avstað.

  • Onnur loyvd frávera

    Umsókn um frítøku frá uppmøting

    Eftir skrivligari umsókn kann næmingurin sleppa undan ella partvís sleppa undan skylduni at møta til undirvísing. Undir vanligum umstøðum verður frítøka frá uppmøting latin í mesta lagi 10 skúladagar um árið.

    Umsóknin um frítøku frá uppmøting skal vera grundgivin og send til post@glasir.fo í góðari tíð – tvs. í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tíðarskeiðið. Umsóknin kann bert gangast á møti, um næmingurin røkir skúlan til fulnar, tvs. 1) møtir væl upp og 2) letur væl inn – eisini tað, ið skal latast inn í fráverutíðarskeiðinum – og 3) annars heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans.