Onki úrslit

Kantinan á Glasi

Vælkomin og væl gagnist

Kantinan á Glasi er savningarstaðið í steðgunum. Umframt heitan døgurða, sum er millum kl. 11:15 og 12:30, hava vit økt um úrvalið av skundverðum, tvíflísum, langbreyðum og øðrum.

Gjalding

Til ber at gjalda við korti, telefon (talgilt kort), lyklaflís (starvsfólk) ella reiðum peningi.

Egnan kopp

Fyri at minka um spill og burturkast nýta vit ikki einnýtiskoppar í kantinuni á Glasi. Ístaðin nýta vit egnan kopp. Hetta hjálpir bæði umhvørvinum, avruddingar- og uppvaskifólkunum og minkar um smittuvanda. Tit kunnu sjálvsagt eisini keypa drekkandi á fløsku – vatn, djús, sodavatn – í kantinuni fyri sámuligar prísir.

Matskrá

Mánadag

Eingin rættur er í dag

Týsdag

Karrybollar við rís

Mikudag

Fiskaflak við eplum og leykasmelt

Hósdag

Høsnabringa við stoktum eplum og sós (glutenfrítt)
Dagsins rættur

Fríggjadag

Eingin rættur er í dag
Upplatingartíðir

Kantinan er opin mána- til fríggjadagar frá kl. 7:15 til 14:00

Morgunmatur er frá kl. 07:15 til 10:00

Døgurðin er millum kl 11.15 og 12.30

Millum kl. 07:15 og 14:00 er vanlig søla – t.d. av drykkkjuvørum, skundverðum, frukt, grønmeti og góðgæti. Í løtuni hava vit økt munandi um úrvalið av skundverðum, tvíflísum, langbreyðum og øðrum.

Prísir

Prísirnir á skundverðum, drykkjuvørum, góðgæti og smárættum standa á prísskeltum við vøruna.

Kostnaðurin fyri døgurða og salat er eftir vekt, sum verður ásett við kassan.

Tað er eisini møguleiki fyri sjálvavgreiðslu við kassarnar um goldið verður við gjaldskorti.

Upprudding

Bakkar, tallerkar og bestikk skulu bert vera í kantinuøkinum. Maturin skal etast í økinum við kantinuna, og vit rudda upp eftir okkum og seta alt á rætta stað í avruddingarøkinum. Hetta ger stóran mun fyri tey, sum vaska og arbeiða í kantinuni.

Bygningurin skal haldast reinur og rudduligur. Matur og drekka verður etið í kantinuøkinum. Loyvt er tó at drekka í stovunum, men vit mugu sjálvi rudda upp eftir okkum.

Vit skulu heilsa frá kantinuni og vaskifólki og takka fyri góðu undirtøkuna og góðan hugburð. Tó hevði verið gott, um vit tóku betur upp eftir okkum og gjørdu okkum størri ómak við at seta rætt frá okkum í uppruddingarøkinum.

DØGURÐI frá 11:15-12:30

Heitur døgurði fæst frá kl. 11:15 til kl. 12:30.

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.