Leiðreglur viðvíkjandi nýtslu av vitlíki á Glasi
1. Endamál
Vitlíki er eitt amboð, ið skal nýtast við ábyrgd. Vitlíki kann bæði stimbra og forða læring, t.d. tá ein ókritiskt og beinleiðis endurgevur tað, sum vitlíki hevur framleitt. Hinvegin kann vitlíki fremja læring, tá tað verður nýtt sum eitt hjálparamboð, ið kemur við dømum, vitan og feedback (afturmelding), sum tann einstaki fyriheldur seg kritiskt og sjálvstøðugt til.
2. Tøkni
Generativt ella skapandi vitlíki, sum til dømis ChatGPT, Copilot og aðrir vitlíkispallar eru málmyndlar (málmodel) sum kunnu nýtast til at fáa svar upp á spurningar, sum tú setir skipanini.
Vitlíki nýtir alt tøkt tilfar á alnótini til at framleiða sítt svar. Tí skalt tú hugsa um hetta, tá ið vitlíki verður brúkt:
- Tilfarið, ið nýtt verður, kann vera ósatt ella ov gamalt. Vitlíki arbeiðir við sannlíkum svarum, tað vil siga, at tú kanst ikki rokna við, at øll svar eru røtt. Um vitlíki verður brúkt í sambandi við málsligar venjingar, kunnu rættingarnar, sum vitlíki kemur við, verða skeivar og broyta innihaldið í tekstinum.
- Vitlíki kann vera litað (biased), av tí at tað svarar út frá tilfari, tað hevur atgongd til. Tað er ikki altíð rætta myndin av veruleikanum.
- Vitlíki hevur ikki atgongd til heimasíður, sum krevja gjald, og her er ofta mest trúverda og vísindaliga undirbygda tilfarið at fáa.
- Alt, sum vitlíki vísir á, skal eftirkannast. Tú skalt vísa til allar keldur.
- Tað er eisini týdningarmikið at gera tær ómak, tá tú birtir (promptar). Góðir spurningar geva ofta góð svar. Fyrsta treytin er at seta seg inn í evnið, sum arbeitt verður við.
3. Skrivligar uppgávur
Skrivligar uppgávur byggja altíð á vitan og keldur, og tá tú nýtir og endurgevur vitan, sum onnur hava framleitt, skal tú vísa til kelduna. Vitlíki er ongantíð ein kelda, men kann vísa á viðkomandi keldur.
Tað er ikki loyvt at lata vitlíki skriva fyri teg. Tú kanst t.d. brúka vitlíki til íblástur, at hjálpa tær við hugskotum og at leita eftir tilfari. Hetta kann samanberast við at sparra við vegleiðaran, foreldur/ommur og abbar/vinir, og tann hátt fáa evnishugskot og íblástur til, hvussu evnið skal vinklast, snikkast til o.s.fr. Vinurin eigur ikki at yvirtaka knappaborðið og skriva fyri teg, heldur ikki vitlíki.
Tað er altíð lærarin ella vegleiðarar, sum seta karmarnar fyri nýtslu av vitlíki. Spyr teir, um tú ert í iva, hvussu og um tú kanst brúka vitlíki.
4. Eftirmeting
Avrik og uppgávur, sum eru gjørdar á Glasi, har vitlíki hevur verið nýtt í samsvar við leiðreglurnar um nýtslu av vitlíki á skúlanum, verða eins og alt skúlavirksemi eftirmett í samsvar við skilhaldsreglur skúlans.
5. Dátuvernd
Minst til: Vitlíkispallarnir goyma ALT, sum tú spyrt teir um. Tað er soleiðis, teir mennast. Tí er neyðugt at gera tær greitt:
- GDPR: Tú mást ikki birta (prompta) vitlíki við persónsviðkvæmum upplýsingum. Tað er, at tú mást ikki nýta upplýsingar um onnur fólk, hvørki tekst ella mynd, uttan so at hesi frammanundan eru tøk á netinum.
- Upphavsrættindi: Tað er ikki loyvt at kopiera tilfar inn í vitlíki, sum er vart av upphavsrættindum. Tær somu reglur galda sum fyri alla aðra nýtslu av tilfari.
Vitlíkistøknin mennist í alstórum lopum, og torført kann vera at fylgja við hesum.
Á Glasi arbeiða vit áhaldandi við leiðreglum fyri nýtslu av vitlíki.
(September 2025)