Onki úrslit

Skúlaheimið í Marknagili

Skúlaheimið kann hýsa uml. 50 næmingum í einakamari. Heimið er ætlað næmingum á Glasi at búgva í undir heimligum umstøðum mánadag-fríggjadag. Næmingar, ið ganga á øðrum skúlum, kunnu eisini fáa innivist á Skúlaheiminum mánadag-fríggjadag. Niðanfyri kanst tú lesa meira um Skúlaheimið og hvussu tú søkir um innivist.

Samband

Skrivstovan á Glasir, upplatingartíðir

Upplatingartíðir:

Mánadag – hósdag kl. 08.00 til 16.00 tó fríggjadag kl. 08.00 til 15.00.

Tað ber eisini til at ringja til Glasir, 616600

Umsókn og upptøkuraðfylgja

Send beinleiðis umsókn her

Umsóknir verða viðgjørdar eftir hesari røð:

  1. Næmingar/lærlingar í byrjanarflokkum á Glasi (atlit verða tikin til flutningstíð til og frá skúla).
  2. Næmingar/lærlingar í øðrum flokkum á Glasi.
  3. Aðrir næmingar og onnur lesandi.
Leigugjald og treytir

Leigugjaldið er kr. 3.600,- um mánaðin. Leigan skal gjaldast frammanundan og í leigugjaldinum er fullur kostur og internet. Til ber at smyrja sær matpakka niðri í kantinuni á Glasi um morgunin at hava við í skúla.

Tey, ið búgva á heiminum, skulu við komu hava goldið trygd (depositum) fyri kamarslykil, lyklakort og fyri, at kamarið er reint og í sama standi, sum tá flutt var inn.

Trygdargjald/depositum og fyrsta mánaðargjaldið skal vera goldið, áðrenn kamarslykil og/ella lyklakort verður útflýggjað.

Trygdin (depositum) er kr. 3.600,- og skal flytast á konto 9870-9897004 hjá Skúlaheiminum í Suðuroyar Sparikassa.

Næmingarnir skulu sjálvir hava við sær dýnu, kodda, seingjarklæði, dýnu- og koddavár, lak og handklæði.

 

Matartíðir

Morgunmatur kl. 07.15 – 08.00 á Glasi
Døgurði kl. 11.30 – 12.30 á Glasi
Nátturði kl. 17.30 – 18.00 á Glasi
Kvøldkaffi kl. 18:30-22:00 – á Skúlaheiminum

Vinarliga heingið stólarnar upp undir borðið og ruddið eftir tykkum, tá tit eru liðug at eta.

Hesar tíðir er Skúlaheimið stongt

Í vikuskiftinum frá fríggjadag kl 16.00 til sunnukvøld kl. 18.00.

Skúlaheimið fylgir eisini feriukalendaranum hjá Glasi og er eisini stongt, tá tað er feria á skúlanum.

Sí kalendaran hjá Glasi her.

Um avtala er gjørd um hetta frammanundan, kunnu nýggir næmingar flyta inn sunnukvøld millum kl. 19.30-20.30.

Skúlaheimið í vikuskiftinum

Tað er ikki møguligt at búgva á Skúlaheiminum í vikuskiftinum.

Í einstøkum, serligum førum kann undantak gerast, men hetta skal avráðast við Skúlaheimssamskipanina/Glasir í hvørjum einstøkum føri. Umbøn um slíkt frávik skal sendast í telduposti til post@glasir.fo innan kl 12:00 hósdag.

Bert næmingur, ið eru 18 ár og eldri, kunnu fáa undantak.

Frítíð og umsjón

Eftir skúlatíð kunnu næmingar stytta sær stundir við ymiskum ítrivi, sum t.d borðtennis, kropsvenjing og billiard. Næmingarnir kunnu sjálvir skipa fyri ymiskum tiltøkum/kappingum. Møguleiki er at hyggja eftir sendingum á stórskýggja í matarhøllini og í sjónvarpsstovuni. Ymisk spøl liggja frammi til tykkum at brúka.

Námsfrøðilig umsjón, frítíðarvirksemi og náttarvakt er fast mánadag til hósdag frá kl. 17.30 til morgunin eftir kl. 08.00.

Námsfrøðilig umsjón er, at tað eru starvsfólk á Skúlaheiminum um kvøldið, sum kunnu skapa trivnað, verða næmingunum til hjálpar, stuðla teimum í skúlagongdini, hjálpa við heimaarbeiði og skipa fyri ella eggja næmingunum til ymiskt virksemi ella frítíðarítriv.

Um kvøldið fæst samband við náttarvaktina á telefon 261818.

Telefon Skúlaheimsins er 568010. Um hetta nummarið ikki svarar, kanst tú ringja til høvuðsnummarið á Glasi, sum er 616600.

Húsreglur

Tey, ið búgva á Skúlaheiminum, hava skyldu at fylgja teimum reglum – skrivaðum sum óskrivaðum – ið settar eru ella settar verða í verk á heiminum. Brot á reglurnar kunna viðføra burturvísing.

Kamarið

Tá ið tit fara í vikuskifti, verða tit biðin um at lata vindeygað aftur, sløkkja ljós og skrúva niður fyri hitanum. Kamarið, eins og klædnaskápið í forrúminum, skal vera læst, tá farið verður út. Eisini skal ytra hurðin út á høvuðsgongina læsast.

Reingerð

Tey, ið búgva á heiminum, skulu halda kamar, gongd, wc og brúsurúm reint. Starvsfólk á Skúlaheiminum hava eftirlit við reingerðini og kunnu átala, um reingerðin ikki er nøktandi.

Flyting

Tá leigarar flyta út, skal kamarið síggja út, sum tá flutt var inn. Um kamarið ikki er nøktandi reingjørt ella ikki er í sama standi, verður hetta gjørt fyri leigarans rokning og depositum verður ikki endurgoldið.

Tónleikur

Tey, ið búgva á heiminum, kunnu hava tónleikaútgerð ella ljóðføri við á heimið, um hesi verða nýtt á ein slíkan hátt, at tey ikki órógva onnur. Tað er tí eitt gott hugskot at hava oyratelefonir við.

Húsfriður

Tey, ið búgva á heiminum, eru vælkomin at hava vitjandi við sær inn á heimið. Somu atferðarreglur eru galdandi fyri tann vitjandi, sum fyri tann búgvandi. Vitjandi skulu fara av heiminum áðrenn kl. 23:00.

Rúsdrekka og royking

Alt Skúlaheimið er rús- og roykfrítt umhvørvi. Roykt verður uttandura. Reglurnar eru ikki fyri at avmarka hvønn einstakan, men at skapa pláss fyri øllum.

 

Leiga Skúlaheimið til tiltøk

Møguleiki er at leiga Skúlaheimið við køki til tiltøk, so sum ervir, føðingardagar o.l. Skúlaheimið verður ikki leigað til ungdómsveitslur.

Øll leiga skal umbiðjast umvegis skulaheim@glasir.fo

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.