Skúlaheimið í Marknagili

Skúlaheimið kann hýsa uml. 50 næmingum í einakamari. Heimið er ætlað næmingum á Glasi at búgva í undir heimligum umstøðum. Næmingar, ið ganga á øðrum skúlum, kunnu eisini fáa innivist á Skúlaheiminum. Niðanfyri kanst tú lesa meira um Skúlaheimið og hvussu tú søkir um innivist.

 

  • Umsóknarblað

    Send beinleiðis umsókn her

     

    Um tað av onkrari orsøk ikki bar til at senda umsókn beinleiðis á netinum kann umsóknarblað til Skúlaheimið heintast her

  • Skrivstovan á Skúlaheiminum, upplatingartíðir

    Upplatingartíðir:
    Mánadag til hósdag frá kl. 08.00 til 16.00.
    Fríggjadag er opið frá kl. 08.00 til 13.00.

  • Um Skúlaheimið

    Faldari um Skúlaheimið (frá 2017) kann heintast her

     

     

  • Leigugjald

    Mánaðarliga leigugjaldið fyri kamar á Skúlaheiminum er 3.200 kr. Hetta er galdandi fyri øll kømur og allar leiðarar. Við í gjaldinum er fullur kostur og internet.

  • Matartíðir í kantinuni á Skúlaheiminum

    Máltíðir:

    Morgunmatur kl. 07.15 – 08.00
    Døgurði kl. 11.30 – 12.30
    Nátturði kl. 17.30 – 18.00
    Kvøldkaffi kl. 20.00

    Vinarliga heingið  stólarnar upp undir borðið  og ruddið  eftir tykkum, tá tit eru liðug at eta.

  • Hesar tíðir er Skúlaheimið stongt:

    Frá fríggjakvøldið kl 18.00 til mánadag kl. 07.00
    Sunnudag sleppa næmingar við korti tó inn frá kl. 14.00

    Um avtala er gjørd um hetta frammanundan, kunnu nýggir næmingar flyta inn sunnukvøld millum kl. 19.00-20.00.