Onki úrslit

Miðnámsrit 16

Um blaðið:

Kanningar vísa, at karakterir eru skaðiligir í eini lærings­gongd. Eitt hugskot er, at vit gera eitt karakterfrítt øki í Føroyum– sum eina roynd.

Fronsk-føroysk orðabók hjá Rólandi í Skorini kom út 2. mars 2018. Hetta er stórhending fyri føroyskt mál. Í orðabókini eru 10.000 orð, sum er ríkiligt til miðnám.

Føroyskt sum fremmandamál er formliga ikki til. Námsætlan er, men MMR hevur ikki lýst hana. Tískil er skeiðsváttanin, sum næmingarnir á Kvøldskúlanum fáa, ikki “autoriserað”.

Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.  

Nógv verður tosað um tvørfakligt samstarv, tvørfakliga undirvísing og tvørfakliga læring. Men meina vit altíð um tað sama, tá ið vit tosa um tvørfakligheit?

Smáu miðnámsskúlarnir eru í andróðri, nú vit hava fingið tveir stórar miðnámsdeplar. Avbjóðingarnar eru mangar, men har eru eisini møguleikar.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit:

At læra fakliga og tvørfakliga, Olav Absalonsen                                                    

Darwin-vika í Hoydølum – ein tvørfaklig verkætlan, Hanne Jacobsen         

Føroyskt sum fremmandamál, Bergljót av Skarði                                               

Fronsk-føroysk orðabók – gjørd við næmingunum í huga, Tórður Johannesarson          

Lærutilfar á miðnámi – hvussu fáa vit 80% á føroyskum? Tórður Johannesarson

Smáir miðnámsskúlar í andróðri, Tórður Johannesarson                              

Suðuroy sum karakterfrítt øki, Tórður Johannesarson                                    

Tak niður sum PDF