TRYGD OG KREPPUTILBÚGVING
Trygdarskipanin á Glasi hevur til endamáls at tryggja, at øll, sum nýta bygningin, kenna eitt nú rýmingarleiðir og vita hvar hjálparkassar og hjartastartarar eru. Lítli bóklingurin her gevur tær yvirlit yvir tættir sum rýmingarleiðir, hvat tú gert í kreppustøðum, hvønn tú kanst venda tær til o.s.fr.
Formaður:
Álvur Jøkladal
Limur:
Annie Fjallsá
Limur:
Halla Skylv Midjord
Limur:
Jákup í Horni
Skrivari:
Halla Skylv Midjord
Trygdarskipanin á Glasi hevur til endamáls at tryggja, at øll, sum nýta bygningin, kenna eitt nú rýmingarleiðir og vita hvar hjálparkassar og hjartastartarar eru. Lítli bóklingurin her gevur tær yvirlit yvir tættir sum rýmingarleiðir, hvat tú gert í kreppustøðum, hvønn tú kanst venda tær til o.s.fr.
Inngangur
Á Glasi er týdningarmikið at hava eina krepputilbúgving, tá álvarslig sjúka ella andlát rakar næmingar, starvsfólk ella teirra avvarðandi. Slík hending kann hava stór árin á trivnaðin og læringina hjá teimum ið eru rakt og á skúlan sum heild. Tí er neyðugt, at skúlin er til reiðar við greiðum mannagongdum at handfara slíkar støður á virðiligan og stuðlandi hátt.
Krepputilbúgvingin leggur dent á:
1. Samskipan: Greiðar leiðreglur fyri, hvussu leiðsla, lestrarvegleiðarar og starvsfólk samskifta og samstarva í truplum støðum.
2. Stuðul: Tryggja, at næmingar og starvsfólk fáa neyðuga sálarliga, sosiala og fakliga stuðulin.
3. Virðing og nærlagni: Alt arbeiðið verður framt við virðing fyri teimum ið eru rakt.
Endamálið við hesi tilbúgving er at veita skjóta og vælskipaða hjálp eftir tørvi og tryggja, at skúlin virkar í einari kenslubornari støðu, har fjøldin kann vera merkt av sorg ella óvissu.
Fyri at handfara slíkar støður eru mannagongdir settar í verk, sum lýsa:
- hvussu leiðslan tekur ábyrgd og samskiftir við viðkomandi partar
- hvør leikluturin hjá lestrarvegleiðingini og lærarum er
- hvussu næmingar og starvsfólk verða kunnaði um støðuna
- hvussu stuðulsmøguleikar verða skipaðir, bæði við skúlans tænastur og í samstarvi við aðrar myndugleikar so sum sálarfrøðing, prest v.m.
- hvussu skúlin tryggjar, at umsorgan og nærlagni verður sýnt teimum ið eru rakt, samstundis sum vanligt virksemi heldur áfram hjá øðrum næmingum/flokkum.
Tá leiðslan er nevnd í niðanfyristandandi, merkir hetta rektarin, vararektarin og stjórin fyri Næmingatænastuna.
Tá næmingur er nevndur, merkir hetta næmingar, lærlingar og lesandi.
1. Næmingur leingi burtur vegna sjúku ella annað
- Lestrarvegleiðarin hevur samband við næmingin og kunnar um møguleikar undir og eftir sjúkulegu t.d. sjúkraundirvísing.
2. Næmingur doyr eftir drúgva sjúkulegu
- Leiðslan skal hava boðini.
- Leiðslan kunnar starvsfólk.
- Lestrarvegleiðari kunnar flokkin.
- Lestrarvegleiðari og lærarar eru um flokkin eftir tørvi.
- Møguleiki er at avlýsa tímar og skipa dagin á serligan hátt.
- Leiðslan kunnar restina av skúlanum.
- Flaggið verður vundið á hálva stong.
- Leiðslan sýnir familjuni samkenslu og skipar fyri minningarløtu.
- Lestrarvegleiðarin/lærarin kann luttaka ella taka stig til tiltøk í tíðini aftaná.
3. Næmingur doyr brádliga
- Leiðslan skal hava boðini.
- Fer hendingin fram í skúlans umhvørvi, skal leiðslan beinanvegin seta seg í samband við tey avvarðandi.
- Leiðslan kunnar starvsfólk.
- Lestrarvegleiðari kunnar flokkin.
- Møguleiki er at avlýsa tímar og skipa dagin á serligan hátt. Starvsfólkini fáa ymsar uppgávur í hesum sambandi. Tað er av týdningi, at flokkurin er saman um hendingina. Leiðslan/lestrarvegleiðari/lærarar meta um støðuna í flokkinum og tryggja, at tey, ið hava tørv á hjálp, fáa hjálp.
- Leiðslan kunnar restina av skúlanum.
- Flaggið verður vundið á hálva stong.
- Leiðslan sýnir familjuni samkenslu og skipar fyri minningarløtu.
- Lestrarvegleiðarin/lærarin kann luttaka ella taka stig til tiltøk í tíðini aftaná.
4. Starvsfólk álvarsliga sjúkt
- Starvsfólkaleiðarin skal hava boðini og kunnar leiðsluna um støðuna.
- Starvsfólkaleiðarin kunnar starvsfelagar eftir tørvi og eftir avtalu við viðkomandi.
- Starvsfólkaleiðarin hevur samband við viðkomandi ella avvarðandi.
5. Starvsfólk doyr
- Starvsfólkaleiðarin skal hava boðini og kunnar leiðsluna um støðuna.
- Fer hendingin fram í skúlans umhvørvi, skal leiðslan beinanvegin seta seg í samband við tey avvarðandi.
- Leiðslan kunnar starvsfólkini.
- Arbeiðsdagurin/undirvísingin verður tillagað eftir tørvi, so øll hava møguleika at savnast um tað, sum er farið fram.
- Flaggið verður vundið á hálva stong.
- Leiðslan sýnir familjuni samkenslu og skipar fyri minningarløtu.
- Leiðslan hevur samband við heimið.
- Starvsfelagar sýna familju samkenslu í tíðini aftaná og kunnu t.d. bjóða familjuni praktiska hjálp.
6. Avvarðandi hjá næmingi rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
- Lestrarvegleiðari skal hava boðini og kunnar leiðsluna.
- Lestrarvegleiðari kunnar lærarar hjá flokkinum um støðuna eftir avtalu við næmingin.
- Lestrarvegleiðari tosar við næmingin, og í felag gera tey av saman við flokstoyminum, um og hvussu víðari skal farast fram í flokkinum.
- Eru fleiri systkin í skúlanum, eigur sama mannagongd at vera fylgd.
- Lestrarvegleiðari og lærararnir fylgja við næminginum ta tíð, tað krevst (t.d. á flokstoymisfundum og í lestrarvegleiðingini).
7. Næmingur missir
- Leiðslan skal hava boðini.
- Er næmingurin staddur í skúlans umhvørvi, er tað leiðslan, saman við lestrarvegleiðara, ið gevur næminginum boðini.
- Um neyðugt, tryggjar leiðslan, at næmingurin (og avvarðandi) hava møguleika at nýta eitt friðarligt øki á skúlanum, umframt at onkur vísur umsorgan og er um næmingin.
- Leiðslan metir um, nær og um neyðugt er at ringja til avvarðandi
- Er næmingurin ikki í skúla, kunnar rektarin lestrarvegleiðaran, sum kunnar flokkin og lærararnar eftir tørvi.
- Lestrarvegleiðarin og lærararnir hava samband við næmingin og fylgja viðkomandi tíðina aftaná missin (t.d á flokstoymisfundum og í lestrarvegleiðingini)
8. Avvarðandi hjá starvsfólki rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
- Í tann mun starvsfólkið vil/orkar og heldur tað vera neyðugt, kunnar viðkomandi sín starvsfólkaleiðara og sínar starvsfelagar um støðuna.
- Starvsfólkið kann eisini venda sær til starvsfólkaleiðaran, sum kann kunna um støðuna.
- Starvsfelagar hava felags ábyrgd at vera um viðkomandi.
9. Starvsfólk missir
- Starvsfólkaleiðarin skipar fyri, at hond verður tikin um viðkomandi og kunnar leiðslu, starvsfólk og næmingar eftir tørvi.
- Starvsfelagar hava felags ábyrgd at vera um starvsfelagan og at stuðla og hjálpa tíðina eftir missin.
Tá sorg og kreppa rakar, hava vit eina felags ábyrgd at stuðla teimum ið eru rakt og hvørjum øðrum, eisini í tíðini eftir.
Krepputilbúgvingin verður regluliga endurskoðað og dagførd, soleiðis at hon er í samsvar við skúlans karmar og tørv.
(Dagført: 5. september 2025)